2026-03-03 18:14
– Øll hava tað sama endamálið, og tað er at skapa nakað fyri ungdómin.
Tað sigur Eyðstein Jacobsen millum annað, tá FSF Varpið fekk orðið á hvalbingin, sum um vikuskiftið var ein av teimum næstan 90 luttakarunum, ið vóru á árligu barna- og ungdómsráðstevnuni hjá FSF.
– Eitt er, hvat er á skránni, men so hava steðgirnir eisini stóran týdning, tí tá verður tosað og sparrað millum venjarar og feløgini, og tað er altíð gevandi, sigur Eyðstein Jacobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald