Ítróttur

Okkara landslið ávegis til Silver League

Okkara menn og kvinnur hava fyrireikað seg væl til Silver League-kappingina, sum verður henda næsta mánaðin.

2025-05-29 14:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrstu landsdystirnir í Silvurliguni verða longu í Letlandi um vikuskifti og okkara kvinnur spæla fríggjadagin kl: 17:00. Okkara menn spæla sín fyrsta Silver League dyst í Íslandi 13/06 kl 18:00. Allir dystirnir hjá Føroyum verða væntandi at síggja á www.eurovolley.tv
Kvinnurnar skulu spæla í Lettlandi, Føroyum og Luksemborg, og menninir spæla í Íslandi, Føroyum og Georgia.
Heimadystirnar vera í Høllini á Sandi og vóna vit at síggja nógvar áskoðarar at heppa uppá okkara landslið í Flogbólti.
 
Venjaratoymið hjá manslandsliðnum er hetta:
Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Liðleiðari: Berit Norðoy Vilhelmsen
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi

Venjaratoymið hjá kvinnulandsliðnum er hetta:
Venjari: Ciro Zoratti
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic
Liðleiðari: Lena í Buð
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi

Dystarskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Kvinnur:
Umafarið í Lettlandi - Zemgales Olympic Center, Jelgava
30/05 kl. 17:00: Føroyar - Lettland
31/05 kl. 18:00: Ísrael – Føroyar
Umfarið í Føroyum - Høllin Inni í Dal, Sandur
06/06 kl. 19:00: Norðurmakedónia - Føroyar
07/06 kl. 17:00: Eysturríki - Norðurmakkedónia
08/06 kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki
Umafarið í Luksemborg - d'Coque "Gymnase" Luxembourg
14/06 kl. 19:00: Føroyar - Ísland
15/06 kl. 17:00: Luksemborg- Føroyar

Menn:
Umfarið í Íslandi – Digranes, Kopavogur
13/06 kl. 18:00: Føroyar - Ísland
14/06 kl. 16:00: Svøríki – Føroyar
Umfarið í Føroyum - Høllin Inni í Dal, Sandur
20/06 kl. 19:00: Aserbadjan - Føroyar
21/06 kl. 17:00: Eysturríki - Aserbadjan
22/06 kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki
Umfarið í Georgia - New Sports Palace, Tbilisi - Small Hall
28/06 kl. 16:00: Føroyar - Luksemborg
29/06 kl. 16:00: Georgia - Føroyar


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder