Politikkur

Ójavnin veksur í stórum

Sjúkrarøktarfrøðingur á endastigi fær góðar 3.700 kr meir um mánaðin, meðan BLF-ari fær góðar 6.500 kr meira um mánaðin.

2023-12-09 21:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir nærum 7 vikur í verkfalli fingu sjúkrarøktarfrøðingar ein 3 ára sáttmála, sum gav 10,32% í lønarhækkan.
Nú hava BLF (Búskapar- og Løgfrøðingafelagið) uttan stríð fingið lønarhækkan á 13,24% fyri sama tíðarskeið, umframt eftirløn á viðbøtur, td serfrøðingarviðbót. Fyri síðstnevndu er talan um nærum 15% í lønarhækkan.
Setti fyrispurning í Løgtinginum í vikuni um landsstýriskvinnann kundi upplýsa, hvussu nógv hesar lønarhækkingar vóru í krónum fyri ymsu bólkarnar.
Landsstýriskvinnan gav ilt av sær, men svaraði ikki einum av mínum 4 spurningum.
Havi tí hugt eftir lønartalvum á heimasíðuni hjá lønardeildini. Út frá tí kann roknast, at sjúkrarøktarfrøðingur á endastigi fær góðar 3.700 kr í lønarhækkan í 3 ára sáttmálaskeiðnum. BLF-ari á endastigi fær í sama tíðarskeiðið góðar 6.500 kr meir um mánaðin.
Tey vælløntu fáa eisini hægsta skattalættan.
Hetta er ikki rímiligt og landsstýrið eigur beinanvegin at steðga við slíkum lønarhækkingum, sum økja um ójavnan í samfelagnum.
Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, boðar frá í tíðindaskrivi, at lógarásettað javningin av fólkapensjón og Samhaldsfasta ger, at pensjonistar fara at fáa millum 500 og 600 kr meir um mánaðin.
Ójavnt verður býtt.

Jørgen Niclasen, tingmaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder