Fyrispurningurin frá Fíu Selmu løgtingskvinnu er soljóðandi:
- Hvørjum ítøkiligum verður arbeitt við fyri at borgari, sum ikki er væl fyri, altíð skal vera í miðdeplinum?
- Verður arbeitt við, at sjúk fólk hava møguleikan at venda sær til eitt stað – og fáa ta vegleiðing og hjálp sum tørvur er á og sum hjálp kann veitast til?
- Hvat verður gjørt, tá tann, sum hevur stóran hjálpartørv, ikki sjálvur megnar at taka fyrsta stigið ella taka ímóti hjálpini?
Svar:
Evnið í fyrispurninginum er rættstundis hjálp til fólk við sálarsjúku, og tí tekur svarið støði í hesum málbólkinum. Við tað, at spurningurin er settur til mín sum landsstýriskvinna í almannamálum, tekur svarið somuleiðis støði í sosialpsykiatriska økinum undir Almannaverkinum.
Til spurning 1
Grundleggjandi hugsanin í sosialum arbeiði er, at hjálpin tekur støði í borgaranum sjálvum. Hetta verður rópt recovery-grundað endurmenning og er eisini útgangsstøðið fyri arbeiðinum hjá Almannaverkinum.
Í praksis merkir tað, at hjálpin verður løgd til rættis í samstarvi við borgaran og við støði í ynskjum, dreymum, førleikum, styrkjum og tørvi hjá tí einstaka. Borgarin er við til at seta sær mál og taka avgerðir um egið lív. Uppgávan hjá starvsfólkunum er at stuðla borgaranum og saman við honum arbeiða fram ímóti teimum málum, sum eru sett. Fakfólk skulu sostatt ikki taka avgerðir borgarans vegna, og borgarin varðveitir sín sjálvsavgerðarrætt.
Yvirskipað verður eisini arbeitt við tilgongdini Eitt gott lív á egnum beinum, har endamálið er at seta borgaran í miðdepilin og arbeiða fyribyrgjandi. Við at veita røttu hjálpina rættstundis er málið at stuðla borgaranum í at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt og samstundis minka um ella útseta tørvin á meira umfatandi og kostnaðarmiklum fyriskipanum.
Til spurning 2
Tá ið talan er um fólk við sálarsjúku, er ábyrgdin býtt millum almannaøkið, psykiatriska økið og kommunurnar. Býtið er millum annað treytað av, um borgarin er undir ella yvir fólkapensjónsaldur, og um tørvur er á psykiatriskari ella sosialpsykiatriskari viðgerð ella hjálp. Tí ber illa til at skipa eitt stað, sum kann veita alla hjálp, uttan mun til hvør tørvurin er.
Arbeitt verður tó støðugt við at styrkja samstarvið tvørtur um markamót, bæði í sambandi við einstakar borgarar og við at samskapa og samskipa tænastur, sum fevna um fleiri myndugleikar. Sum dømi kunnu nevnast bú- og viðgerðarstovnarnar til ung við sálarsjúku, sum eru skipaðir undir Almannaverkinum, og RÓWT, sum í næstum verður styrkt við einum tilhaldsstaði.
Almannaverkið hevur eina víða ráðgevingarskyldu sambært § 2 í almannalógini og skal veita sosialfakliga ráðgeving um ta hjálp, sum kann veitast eftir almannalógini og aðrari almannalóggávu. Almannaverkið skal eisini vísa borgaranum á møguleikar fyri hjálp hjá øðrum myndugleikum og sjálvsognarstovnum, men kann ikki taka avgerð um hjálp, sum ein annar myndugleiki hevur ábyrgdina av.
Harumframt skulu alment sett starvsfólk sambært § 4 í almannalógini boða Almannaverkinum frá, um tey í starvi sínum fáa kunnleika um ein persón, sum hevur tørv á ráðgeving, uppihaldsveiting, endurbót ella sosialari tænastu, eitt nú orsakað av sálarligum breki, varandi sjúku ella víðfevndum sosialum trupulleikum.
Sí eisini svarið til spurning 3.
Til spurning 3
Tá ið Almannaverkið fær kunnleika um ein borgara við víðfevndum sosialum trupulleikum, sum hevur tørv á hjálp, men ikki sjálvur megnar at biðja um hana, fevnir ráðgevingarskyldan eisini um uppleitandi arbeiði.
Kommunurnar skulu sambært løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m. tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina. Hetta kann eisini fevna um, at kommunan setur seg í samband við ein borgara við sálarsjúku, sum hevur stóran tørv á hjálp, men ikki sjálvur megnar at taka fyrsta stigið.
At ein borgari ikki megnar at taka ímóti hjálp, kann hava nógvar orsøkir. Myndugleikin eigur tí at fáa samband við borgaran, skilja støðuna, byggja upp álit, greiða tørvin og ynskini hjá borgaranum og samskipa hjálpina við onnur viðkomandi fakfólk og myndugleikar. Samstundis er umráðandi at skilja ímillum, at ein borgari ikki megnar at taka ímóti hjálp, og at borgarin tekur støðu til og takkar nei til hjálpina.
Sum meginregla kann ein myndugleiki ikki tvinga ein borgara at taka ímóti sosialari hjálp. Tað er umráðandi at skilja ímillum ábyrgdina hjá Almannaverkinum og kommununum at bjóða hjálp og møguleikan at nýta tvingsil sambært psykiatrilógini.
Er talan um tvingsil, er tað kommunulæknin, ið skal meta um støðuna og møguliga taka avgerð um innleggjan á psykiatrisku deild við tvingsli.
Tá ábyrgdin er býtt millum fleiri myndugleikar, er gott samstarv og greið samskipan avgerandi fyri, at borgarin fær samanhangandi hjálp. Ógreið markamót og manglandi samskipan kunnu gera tað torførari hjá einstaka borgaranum at fáa ta hjálp, sum tørvur er á. Tí er neyðugt áhaldandi at styrkja samstarvið millum almannaøkið, heilsuverkið og kommunurnar og tryggja, at hvør myndugleiki kennir og tekur á seg sína ábyrgd sambært galdandi lóggávu.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 7. september 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald