Vit bæði, konan og eg, eiga eini hús. Vit frøast, tá fólk koma á gott. Men er eingin av okkum inni, vilja vit helst ikki at fólk fara inn uttan at siga frá.
Uttanfyri hava vit urtagarð. Einki er hugaligari enn at fáa grannar framvið, tá vit stákast í garðinum.
Vit eiga eina trøð. Ein spurdi, um hann kundi sláa grasið og velta eplir. Vit fegnaðust og søgdu sjálvandi ja. Vit eiga eisini jørð í haga. Vit, eins og allir jarðareigarar, eg kenni, vilja fegin, at fólk fara í hagan. Men vælsignaði sigi frá, so er heldur eingin trupulleiki.
Men vinstravongurin vil nú við lóg fjerna ræði á okkara ognum, tvs. á okkara uttangarðsogn skulu vit einki hava at siga. Hetta er greitt brot á grundlógina.
Løgið nokk, so heldur sami vinstravongur, at eingin sleppur í urtagarðin uttan loyvi frá eigaranum.
Okkara hagar eru gjørdir til ein trupulkeika, sum ikki er til. Við vanligum fólkaskikki er eingin trupulleiki. Bara sig frá.
Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald