Ítróttur

Óbroytt í toppi og botni

Havnar Telvingarfelag hevur nú góðar møguleikar at endurvinna FM-heitið í talvi.

2025-03-10 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havnarmenn vunnu í gjár 3 - 1 á klaksvíkingum, og eru tí í roynd veru bara eitt stig frá at endurvinna FM-heitið. Avgerðin fellur, tá oddaliðini møtast í síðsta umfari um tvær vikur.

Avgerðin um niðurflyting verður eisini at bíða til seinasta umfar. Botnliðini Kollafjørður og Havnin B telvaðu javnt sínamillum, og í stigum stendur eisini á jøvnum teirra millum.

Sandavágsmenn høvdu fingið sín dyst framskundaðan, tí tveir av telvarunum spældu dystir í Betri-deildini í fótbólti. Vágamenn vunnu 3-1 á Klaksvík B. Veteranarnir hjá klaksvíkingum hildu tørn. Haldur fekk herfyri remis móti Helga Dam Ziska, í dag endurtók hann kynstrið móti Høgna Egilstoft Nielsen. Wille Olsen, sum er ósigraður í vetur, fekk eisini remis.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var burturstaddur, men siglingarmaðurin Martin Poulsen var afturfyri tøkur, og kærkomin styrkur hjá havnarmonnum. Føroyameistarin vann dystin á 1 borði, og 3-1 sigurin má sigast at vera nøktandi úrslit hjá oddaliðnum.

Javnleikurin millum botnliðini ber í sær, at stórur spenningur valdar fyri seinasta umfar.

1 deild (9 umfar)

Havnin - Klaksvík 3 - 1
Luitjen A. Apol - Ólavur Simonsen 1 - 0
Martin Poulsen - Rani Baldursson 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Heðin Gregersen 0 - 1
Sjúrður Thorsteinsson - Terji Petersen 1 - 0

Klaksvík B. - Sandavágur 1 - 3
Haldur S. Johansen - Høgni Egilstoft Nielsen ½ - ½
Finnbjørn Vang - Silas Eyðsteinsson 0 - 1
Wille Olsen - Jón í Horni Nielsen ½ - ½
Tummas M. Sólsker - Torkil Nielsen 0 - 1

Havnin B. - Kollafjørður 2 - 2
Herluf Hansen - Árant Djurhuus 0 - 1
Margar Berg - Rógvi Mørkøre 0 - 1
Elias Petersen - Karl M. Dahl 1 - 0
Heiðrikur Jacobsen - Markus Jacobsen 1 - 0

Støðan
Havnin 29 stig
Sandavágur 26½
Klaksvík 20½
Klaksvík B. 12
Havnin B. 10
Kollafjørður 10

Vágamenn flyta upp

Nú er greitt, at Sandavágs Talvfelag flytur upp úr 2 deild og fer at hava tvey lið í fremstu deildini komandi kappingarár.

Sandavágs Talvfelag er fýra stig framman fyri liðið á øðrum plássi fyri seinasta umfar. Klaksvíksliðið er hitt einasta, sum hevur ein teoretiskan møguleika at fáa Sandavág aftur sum oddalið, men klaksvíkingar hava sum er tvey lið í fremstu deildini.

Afturfyri er nakað av spenningi um hvør loftar sær undan niðurflyting í botnstríðnum.


2 deild (9 umfar)

Havnin B. - Sandavágur 2 - 2
Súni Jacobsen - Bernhard Augustinussen ½ - ½
Petur G. Magnussen - Jón Atlason ½ - ½
Brestir Samuelsen - Ingi Wiberg ½ - ½
Eyðun L. Staksberg - Jónfinn Thomsen ½ - ½

Klaksvík - Toftir 2 - 2
Einar Gregersen - Andrias Danielsen 1 - 0
Rókur Davidsen - Bogi Ziska 0 - 1
Flóvin M. Tummasarson - Andreas Andreasen 1 - 0
Rógvi H. Olsen - Jógvan I. Hansen 0 - 1

Kongshavn - Havnin A. 1½ - 2½
Brandur Højgaard - Arnbjørn Ó. Dalsgarð 1 - 0
Meinhard Danielsen - Øssur Joensen ½ - ½
Zaid Al Jay - Óli Joensen 0 - 1
Gunnleif Rasmussen - Poul Poulsen 0 - 1

Støðan
Sandavágur 23½ stig
Klaksvík 19½
Toftir 19
Havnin B. 19
Havnin A. 14
Kongshavn 13½


Rókur ella Gøta

Stórur spenningur er í 3 deild. Kappingin stendur millum sundalagsmenn og gøtumenn. Oddaliðini møttust, og her eydnaðist gøtumonnum at vinna. Úrslitið ber í sær, at dysturin um uppflyting stendur púra opin.

Reinhold Isaksen kláraði óvæntað at syfta Martin Brekká á 1 borði í toppdystinum í dag. Sama gjørdi Hardi Hansen við Kim Durhuus á 3 borði. 

Kollafirðingar skulu ikki avskrivast heilt, teir kunnu lumpa bæði oddaliðini, fáa tey gummibein í síðsta umfari.

Vestmenningar eru ikki partur av oddastríðnum. Nógv er broytt í felagnum við stoltu talvsøguni. Hvar eru allir telvararnir í Vestmanna? Jákup á Rógvi, Samson Højgaard, John Jacobsen, Kári Durhuus, Petur Højgaard, Jákup Durhuus, Jón Mikkelsen o.s.fr.?


3 deild (9 umfar)

Rókur - Gøta 1½ - 2½
Martin Brekká - Reinhold Isaksen 0 - 1
Sámal Christiansen - Petur Páll Mikkelsen 1 - 0
Kim Durhuus - Hardi Hansen 0 - 1
Gunnar Joensen - Petur Larsen ½ - ½

Havnin - Kollafjørður 1 - 3
Jaspur Gaard - Alvin Joensen 0 - 1
Jóhan E. Hansen - Ingi Højsted 0 - 1
Ronny í Lon - Virgar Fagraklett 0 - 1
Jóhan Sivertsen - Signar Kristiansen 1 - 0

Vestmanna - Sandavágur - 1 - 3
Hanus Ingi Hansen - Hans Kári Hansen ½ - ½
Fróði Skúvadal - Hjalti Petersen ½ - ½
Jóhan Vørmadal - Jákup av Túvuvølli 0 - 1
Reidar Egilsnes - Axel Poulsen 0 - 1

Støðan
Rókur 22½ stig
Gøta 22
Kollafjørður 20½
Vestmanna 18
Sandavágur 14½
Havnin 10½


Klaksvíkingar bestir

Tíggju lið kappast í 4 deild.Her eru klaksvíkingar bestir.


4 deild (8 umfar)
Sandavágur A. - Klaksvík 1½ - 2½
Toftir - Strendur B. 2 - 2
Sandavágur B. - Rókur 2 - 2
Havnin - Strendur A. ½ - 3½
Gøta - Suðuroy útsettur

Støðan
Klaksvík 24½
Strendur A 20½
Sandavágur B. 19
Sandavágur A. 17
Rókur 17
Gøta 13
Suðuroy 12
Havnin 11
Strendur B. 11
Toftir 11 

Landskappingin í talvi endar um tvær vikur. Dystirnir í seinasta umfari verða telvaðir leygardagin 22 mars. Tá verður byrjað klokkan 11 fyrrapart. Ætlandi verður endabresturin avgreiddur sum eitt stórt felagsumfar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder