Vit vita frá harmiligum royndum, at óbindandi veðurlagspolitikkur ikki minkar um útlátið. Í 2009 samtykti løgtingið einmælt ein veðurlagspolitikk, ið staðfesti, at útlátið í 2020 skuldi vera lækkað 20% sammett við útlátið í 2005. Hetta hendi ikki. Tvørturímóti var útlátið í 2020 93% hægri enn ásetta málið! Hetta var eitt stórt politiskt svik, og vit eru av góðum grundum stúrin fyri, at tað sama fer at henda hesaferð. Eitt søguligt mistak kann kanska forsvarast, men ikki at endurtaka tað.
Løgmaður var frammi herfyri og segði, at orkuskiftið var longu avgreitt, og kanska er tað tí, at málini eru so óambitiøs aftur hesa ferð. Vit vilja tó minna løgmann á, at oljunýtslan ongantíð hevur ongantíð verið so høg sum nú.
Vit í Veðurlagslóg Nú ivast í, um vit skulu gráta ella flenna, tá politikarar og vinnulívsfólk práta um burðardygd og grønar loysnir, men ongantíð gera nakað við tað ella vilja binda seg til nakað sum helst. Orkunýtslan, oyðslið og útlátið økjast á hvørjum árið.
Okkara uppskot er tí ein bindandi veðurlagslóg, og ikki bert enn ein nyttuleysur veðurlagspolitikkur, sum kortini ikki fer at vera hildin og er púra óbindandi.
Ein veðurlagslóg skal binda Føroyar til at áseta sær eitt mál um útlátsminking, ið er í samsvari við Parísavtaluna frá 2015. Hendan lógin skal tryggja, at føroyski veðurlagspolitikkurin ikki bert eru føgur orð, men eisini samsvarandi átøk, ið muna. Átøk, ið føra til eina betri framtíð fyri okkum øll.
Uppskotini í fyriliggjandi politikki eru fitt í tali, men vit leggja til merkis, at tvey eru tikin burturúr og fleiri hava lítið uppá seg. Landsstýrið velur samstundis at útseta fleiri av átøkunum, soleiðis at tey ikki koma í gildið fyrr enn samgonguskeiðið er liðugt. Hetta er ikki nøktandi – Landsstýrið forsømir sínar skyldur at føra okkum á eina meiri burðardygga leið.
Vit hava brúk fyri einum ráði, sum er líkt búskaparráðnum, ið kann gera eftirmetingar av førda politikkinum á hvørjum ári, við vísindaliga grundaðum og óheftum uppskotum um, hvussu vit á bestan hátt minka um útlátið. Harvið hava vit bestu vónirnar um at fullføra ambitiøsa útlátsmálið, sum skal ásetast í veðurlagslógini. Tað hevur eisini týdning, at politiska skipanin ásetir ávegis mál, eftirmetir gongdina á hvørjum árið og leggur eina nýggja og betri ætlan.
Tað er nú at Føroya landsstýri og løgting skulu vísa í verki, at tað ber til at minka um okkara útlát. Vit í føroysku veðurlagsrørsluni halda áfram at krevja munagóð átøk, og eitt av átøkunum er ein ambitiøs veðurlagslóg. Vit hava ikki tíð at royna eydnuna einaferð enn við einum óbindandi veðurlagspolitikki.
Vegna Veðurlagslóg Nú!,
Ingmar Valdemarson á Løgmannsbø, Tráin Petursson Nónklett og Elsa Berg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald