2025-06-03 22:32

ORKUtrygd nr. 1 vísir m.a. á at orka, umhvørvi og búskapur eru óloysiliga samantvinnað, og blaðið setir í hesum samanhangi fleiri spurningar, ikki minst um avlopsorku. Eisini verða trupulleikar kring blámusopp og ringa inniluft í húsum og bygningum umrøddir, har fólk við kunnleika til evnið gera galdandi at enn er í mongum førum langt á mál áðrenn føroysk byggivinna hevur fult tamarhald á hesum.
Oddagreinin vísir á vandar í at gera grundleggjandi samfelagstænastur til profittdeplar, sum tó hevur verið rákið nógvastaðni kring heimin tey seinnu árini. Her verður víst til arbeiðið hjá tí amerikanska búskaparfrøðinginum Michael Hudson, sum leingi hevur ávarað ímóti gongdini burtur frá “ídnaðarkapitalismu” og yvir til “fíggjarkapitalismu”; Professor Hudson hevur ráðgivið m.a. kinesiskum myndugleikum og fyritøkum í hesum viðurskiftum, har støði er tikið í royndunum frá menningini av USA og Týsklandi í 1800-árunum.
Umframt at viðgera eitt nú vindorku og sólorku og tær stóru útbyggingarnar av tí føroyska elnetinum, nemur blaðið við spurningar um olju og hví tað ikki er so einfalt at leggja heilt um upp á stutta tíð. Somuleiðis verður komið inn á týdningin av at raðfesta skynsamt í tí grøna orkuskiftinum og at leggja dent á orkukeldur og tøkni sum virka í dag, nevniliga vatn, vindur og sól. Hartil verður fjarhiti viðgjørdur, og eisini umtalar blaðið leysliga kjarnorku og gongdina á tí økinum.
Í blaðnum eru m.a. samrøður við stjóran í SEV, Hákun Djurhuus; stjóran í Ørsted Bioenergi, Boga Bech Jensen; stjóran í Fjarhitafelagnum, Hans Christian Dam; Ben Arabo, sum er stjóri í Framtaksgrunninum og hevur 30 ára royndir frá oljuvinnuni; byggimeistaran Magnus Thomsen, ið hevur serkunnleika innan orku í mun til bygningar og inniluft, og somuleiðis við dóttur hansara Annu Thomsen, ið er orkuverkfrøðingur; harafturat eru samrøður við borgarstjórarnar í Havn, Klaksvík, Fuglafirði og Sørvági um aktuell orku- og umhvørvisátøk í teirra kommunum.
ORKUtrygd nr. 1 er 68 síður íroknað permu og prentað í høgari dygd við mongum litføgrum myndum. Ritstjóri er Búi Tyril, og Maria Olsen er fotoredaktørur. Útgevari og framleiðari er Tyril & Olsen í Havn. Blaðið verður tøkt í sølubúðum og fæsts eisini í teldutøkari útgávu á netinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald