Rakul Maria Johannesen skrivar um ymsar mátar at goyma CO2 útlát í undirgrundini. Tøknin at gera hetta er áhaldandi ment seinastu 30 árini, og vit vita nú, at tað eisini er møguligt við tí grótinum, vit hava í Føroyum, at goyma CO2 í føroysku undirgrundini. Høvundurin heldur, at Føroyar eiga at halda somu kós, sum tey lond, ið longu eru farin undir at goyma CO2 í undirgrundini.
Eva Kjæld Hansen, Jens Ivan í Gerðinum, Dag Inge Våge og Svein-Ole Mikalsen hava eitt úrtak úr grein í Fróðskaparrit um eina ílegukanning, sum vísir, at seyður úr norðaru føroysku oyggjunum líkist burturúr og harvið víðkar um samlaða alheims seyðaarvafjølbroytni.
Jógvan í Lon Jacobsen leggur orðið ’ruðul’ undir luppin. Hann tekur støði í Sildavalsinum, har tað verður sungið um, at „Har er bert ruðul og eingin kós“. Hann hugleiðir síðani um, hvaðani orðið ruðul man stava.
Jógvan Hansen hevur í tveimum teimum seinastu Frøðiútgávunum skrivað um jarðfrøðina í Føroyum. Hesa ferð skrivar hann við dømum frá Streymoyarsyllini og fláum nærhendis henni um staðbundnar lendisbroytingar í sambandi við basaltiskar syllar.
Vit fáa eitt sindur meira av jarðfrøði í grein, sum Uni Árting, Barbara Biskupstø Thorsteinsson og Lis Mortensen hava skrivað. Úr nýggju bókini Føroysk mineral og grótsløg varpa tey ljós á nakrar av gimsteinunum í føroysku náttúruni. Føroya eiga teir fínastu soðsteinar, segði jarðfrøðingurin Thomas Allan, sum tíðliga í 1800-talinum var í Føroyum og savnaði mineral. Eitt úrslit av hesum var, at føroyskir soðsteinar og kalsedon prýða savnsskáp í øllum Evropa.
Ein onnur grein í blaðnum er um flogkykt. Jens-Kjeld Jensen og Shannon Goldberg skriva um, at fýra sløg av humlum eru farin at yngla í Føroyum seinastu 18 árini. Tað merkir, at nógvar plantur eru farnar at fræa, sum ikki áður hava borið nógv fræ. Hetta fer at broyta føroysku náttúruna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald