Politikkur

Nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum

-

2022-01-08 09:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Fyrradagin, tann 6. januar 2021, varð nýggjur landsstýrismaður settur í starv.

Í gjár hevði nýggi landsstýrismaðurin, Árni Skaale, sín fyrsta arbeiðsdag í Fiskimálaráðnum. Í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu, har starvsfólk nýttu høvi at ynskja landsstýrismanninum vælkomnum.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum flutti fram røðu og greiddi frá, at ein av uppgávunum hjá starvsfólkunum er at standa landsstýrismanninum í tænastu og at flyta hansara ætlanir út í lívið. Somuleiðis takkaði aðalstjórin vegna starvsfólkið Jacob Vestergaard fyri tíðina og gott samstarv.

Júst fráfarni landsstýrismaðurin flutti fram heilsan og takkaði fyri tíðina, ið farin er.

Nýggi landsstýrismaðurin bar somuleiðis fram heilsan við ynskjum um besta samstarv í tíðum sum koma.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder