Øðrvísi er við Øssuri, sum vaks upp hjá Tróndi heilt til hann var fullvaksin og fekk nógvan ágóða burtur úr tí; sama við Sjúrði Tollakssyni, Tórði Lága og Geyta Reyða. – og so Leivi Øssurssyni. Hesir koma væl til mans og gera seg galdandi í táverandi samfelagi. Og enn eitt dømi er, tá fostursonur Tróndar, Leivur, letur Sigmund, sonin, hann og Tóra Sigmundsdóttir eiga, til fosturs hjá Tróndi, tá hann er trý ára gamal. Og um hetta vita vit, at Tóru dámdi ikki kreddu (t.e. trúarjáttan) Tróndar – hon sum er grundarlagið undir umyrkingini, sum Mikkjal á Ryggi, skald, gjørdi sálmin “Givnir eru einglar góðir” burturúr. Hetta fer fram, tá Sigmundur er níggju ára gamal, og foreldrini koma at vitja í Gøtu at hoyra, hvat sonurin hevur lært. Lærumeistarin, Tróndur, greiðir frá, at ungi Sigmundur hevur lært ALT um saksøking og rættargongd fyri seg sjálvan og aðrar. Somuleiðis Pater Noster og kredduna, sum eg júst umrøddi.
Hendan frásøgnin um okkara forna skúlaskap í Føroyum hevur inspirerað Mikkjal á Ryggi so mikið, at hann í ørindi 58 og 59 í Brestiskvæði yrkir um frálæruøkini á lærusetrinum hjá Tróndi í Gøtu, við Tróndar egnu orðum:
- 58. Bjóða skal eg teim kostir teir, ið væl mugu eitast góðir, sjálvur vil eg teir fostra upp og læra teir sið og lógir.
- 59. Kenna teim ítrótt og vápnaleikir, skaldamál og søgu..."
Næstan øll hesi evni eru í størri ella minni mun partur av tí, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar í dag: Føroyamálsdeildin stóð fyri fyrstu útbúgvingini “ársskeið í føroyskum”, sum byrjaði, eftir at Setrið varð stovnað í 1965. Har fáast tey m.a. við skaldamál. Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar m.a. at lesa søgu og lóg. Vit hava ítróttarlinju á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini og ítróttargranskara á deildini fyri Heilsu og sjúkrarøktarvísindi, so her er samband millum forna tíð og okkara dagar.
...
Endamálið við lógaruppskoti nr.71, sum landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, hevur borið tinginum, er at heimila landsstýrismanninum at nýta upp til 31 mió. kr. til prosjektering fram til útboð av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetrinum.
Eg fegnist um, at vit eru komin hertil, og tað skuldi fyri langari tíð síðani verið gjørt, tí Fróðskaparsetur Føroya er EIN av lyklunum til at Føroyar framhaldandi verða eitt land við atdráttarmegi millum føroyingar, sum eru útbúnir uttanlands og sum vilja arbeiða við gransking og menning her í Føroyum, men fyrst og fremst fyri ungar føroyingar at velja at taka sína útbúgving her heima ella í minsta lagi ein part av útbúgvingini. Harafturat kann Setrið draga útlendsk lesandi og starvsfólk til Føroya eisini.
Tann innihaldsligi parturin, um hvat fyri útbúgvingar skulu vera í Føroyum, er eitt áhaldandi kjakevni, og øll eru ikki samd, um hvussu vit skulu raðfesta útbúgvingar í Føroyum. Tað er ikki hetta, sum beinleiðis er til viðgerðar í dag. MEN, um karmarnir hjá Fróðskaparsetri Føroya ikki verða betraðir nú, so missir Fróðskaparsetrið í stóran mun sína atdráttarmegi – og er hetta longu í ferð við at henda, tí umstøðurnar á summum deildum eru als ikki nøktandi, og tað, at Setrið er so spjatt, er ein stór avbjóðing – ikki bert fyri arbeiðsumstøðurnar, men eisini fyri trivnað hjá bæði lesandi og undirvísarum, granskarum og øllum starvsfólki annars.
Tað var í 2018, at strategisk ætlan fyri Kampus á Frælsinum, í Nóatúni og á Debesartrøð varð handað táverandi landsstýriskvinnu, Rigmor Dam. Nú er farið at ganga á 6. ári, síðani tilmælið varð handað.
Eg skal tó viðmerkja, at arbeiðið við at gera í stand skúlabygningarnar á Frælsinum er farið í gongd og verður heimilað í aðrari verklagslóg, so tað er ikki so, at einki er hent, hóast eg vildi ynskt, at byrjað varð longu í 2019/2020, tá undanfarna samgonga tók við.
Eg vóni, at tað verður eitt samt løgting, sum gevur Setrinum teir tiltrongdu og neyðugu fysisku karmarnar komandi árini.
...
Fasurnar í prosjekteringini til nýggjan felagsbygning eru hesar: skipanaruppskot, prosjektuppskot, forprosjekt, høvuðsprosjekt, uppfylging (undir bygging) og fakeftirlit (undir bygging).
- Uppfylging og fakeftirlit er ikki partur av hesari løgtingslóg, men vera við í komandi løgtingslóg fyri sjálva byggingina.
- Tað er vert at nevna í hesum sambandi, at sambært viðmerkingunum kann sjálv byggingin ikki byrja, fyrrenn ein samtykt løgtingslóg fyriliggur, ið heimilar landsstýrismanninum at seta gongd á byggingina.
Ætlanin hjá landsstýrismanninum er tá fyrst at bjóða út byggibúning og byggiplássið og síðani sjálva byggingina. Landsstýrismaðurin sigur tað vera ynskiligt, at byggibúning verður gjørd stundisliga áðrenn útboð av byggingini.
Felagsbygningurin skal vera lestrarumhvørvi, lesisalur, bólkarúm og krókar at hugsavna seg í. Har skal vera felags móttøka, bókasavnstænasta, fjølbroytt undirvísingarhøli og liðiligar samkomuhallir. Felagsbygningurin skal vera skrivstovubygningur hjá meginfyrisitingini hjá Fróðskaparsetrinum, soleiðis at rektari og starvsfólk í felagsfunktiónum kunnu virka har, og fundarhøli og okkurt slag av matstovu skulu eisini rúmast her. So vit tosa um ein sera týdningarmiklan og fjølbroyttan, spennandi bygning, har akademisk vitan kann verða savnað við tí endamáli at samansjóða, skapa trivnað og fyri at gagnnýta synergieffektir, so sum at brúka felagshøli, útbúnað, undirvísarar o.a.
Felagsbygningurin verður umleið 8.000 m2. Og tað er alneyðugt, at fólk, sum hava ella bera rørslu-, hoyri- og sjónbrek, skulu kunna nýta hølini í felagsbygninginum, so tað má støðugt havast fyri eyga í allara prosessini.
Tað er vinnandi prosjektið frá arkitektakappingini í 2023, sum skal byggjast, og tað liggur við sum fylgiskjal nr. 3. Og tað er gleðiligt, at farið er aftur til aldargamlt føroyskt byggisnið at fáa íblástur – har náttura og lendi fáa sera góða rúmd í verkætlanini. At roykstovan, har ein rúgva av uppaling og læring fór fram, og mentan varð flutt frá ættarliði til ættarlið, at hetta rúm er partur av inspiratiónini er bæði spennandi og fjálgt.
Kostnaðurin á 31 mió fyri prosjekteringina fevnir eisini um ráðgeving innan burðardygd, verkætlanarleiðslu, aðra ráðgeving, ókent -prosjektering, málsettar útreiðslur og indeksreguleringar, siga viðmerkingarnar, og tær 31 mió. kr., fella eftir ætlan soleiðis, at 9 mió. kr skulu nýtast í ár (2024), har tær 3 mió. ERU játtaðar í fíggjarlógini fyri 2023, og so ætlandi 22 mió.kr. í 2025 – tá skal prosjekteringin helst vera liðug, so at byrjast kann at byggja nýggja felagsbygningin í 2026.
Tað er tann, sum vann arkitektakappingina, sum eisini hevur vunnið rættin at prosjektera bygningin sum høvuðsráðgevi. Og eg velji at nevna, at tað er Landsverk, sum fær verkætlanina og játtanina at umsita sum byggiharri, vegna landsstýrismannin, sambært viðmerkingunum.
.
Eg skal enda, har eg byrjaði: tað er sera hugaligt og søguliga áhugavert, at maður úr Gøtu ætlandi skal standa fyri prosjekteringini og eftirlitinum – saman við øðrum góðum pørtum, nú vit fara at fyrireika og byggja nýggjan góðan felagsbygning til okkara nútíðar lærusetur í Føroyum, Fróðskaparsetur Føroya. At maður úr Gøtu vann arkitektakappingina – hetta er vakurt – afturat tí gleði, at vit eru komin hertil, at karmarnir um Fróðskaparsetur Føroya veruliga verða raðfestir.
Hanna Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald