Politikkur

Nýggjársrøða løgmans 2024

Góðu føroyingar.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, KVF

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, KVF

2024-12-31 19:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

”Tað er líka mikið, um tær eru størri og sterkari enn vit – vit klára saktans at matcha tær.” Soleiðis segði Turið Arge Samuelsen á føroyska hondbóltslandsliðnum, beint eftir at kvinnurnar høvdu kempað seg til eitt stig ímóti stjørnunum hjá Kroatia. “Tær eru størri og sterkari – men vit klára saktans at matcha tær.”Útsøgnin ber boð um áræði. Um vilja og trúgv á egin evni. 
Tað, sum okkara hondbóltskvinnur og -menn í ár hava mint okkum á, er, at vit ongantíð mugu gevast, hóast mótstøðan tykist sterk.
Vit mugu altíð stríðast fyri tí, sum hevur týdning. 


 ***
Og góðu føroyingar - nú mugu vit stríðast fyri okkara ungdómi.
Eg eri sannførdur um, at sjálvt um heimurin er bæði størri og sterkari enn vit, so kunnu vit saktans matcha hann. 


Tað krevur, at tey ungu fáa eitt lestrarumhvørvi og onkustaðni at búgva – eitt Oyrasund í Føroyum. Tað krevur, at vit raðfesta ungdómin. Og tað krevur, at vit kunnu bjóða teimum, sum vilja flyta heim eftir loknan lestur, ein bústað.


Men eg havi eisini hug at koma við eini áheitan. Góðu tit miðlar – og vit øll – vit mugu ansa eftir, at vit ikki tosa Exit Føroyar í gongd. Tí sannleikin er, at færri føroyingar eru fluttir av landinum í ár enn í fjør. 
Avbjóðingin er, at fleiri av teimum, sum eru farin, ikki koma aftur. 
Vit mugu tí tosa Føroyar upp. Vit mugu eggja teimum, sum fara, til at koma heim aftur. 
Vit mugu ikki treytaleyst endurtaka uppáhaldið um, at alt er betri uttanlands. At tað er natúrligari at fara enn at vera – og at verða verandi burtur heldur enn at koma aftur.
Vit kunnu heldur ikki lýsa Føroyar sum avbyrgdar. Tí tað er ikki rætt. Føroyar vóru avbyrgdar – fyri bara fáum áratíggjum síðani. Men nú eru vit partur av heiminum.
Og vit mugu ansa eftir, at vit ikki lýsa Føroyar sum tilafturskomnar. Tí í sjálvum sær eru Føroyar ikki á nakran ávísan hátt. Føroyar eru sum fólkini, ið búgva her. 
Vilja vit hava samfelagið øðrvísi, ja, so er bara ein máti: vit mugu vera her og broyta tað. Ella koma heim aftur og broyta tað.
Og tað er altso nógv lættari at fáa ávirkan í Føroyum enn aðrastaðni. Ert tú ein av 55.000, hevur tú nógv størri ávirkan, enn tá ið tú ert ein av fleiri milliónum.
Høvdu hondbóltsliðini bíðað eftir, at onnur skuldu slættað teimum vegin, høvdu Føroyar ikki nátt altjóða endaspølum í ár. Tað krevur áræði, vilja og hart arbeiði at vinna sær pláss. 
Eisini í politikki, vinnulívi og samfelagsviðurskiftum – og hjá tykkum ungu. 
Og her kemur enn ein áheitan: Góðu útisetar - komið heim aftur, brótið upp um armar og verið við til at mynda Føroyar.
***
At tað saktans ber til bera seinastu 50 árini boð um. Broytingin er ófatilig. 
Eg kann taka mín egna uppvøkstur sum dømi. Tá ið eg var lítil, var øll mín verð í Víkunum í Klaksvík – millum Sjómansheimið og Roykstovuna. Tað hendi seg ikki, at vit fóru nakra aðrastaðni at spæla. Bara at fara yvir á Kósina – sum er hinumegin víkina – kom ikki upp á tal.
Tá ið vit so fóru í skúla, víðkaðist heimurin. Men vit fóru framvegis ikki heilt yvir á Kósina. 
Øll vóru nøkulunda eins. Høvdu sama útgangsstøði, somu treytir, sama førning og somu vitan. Heimurin var nærumhvørvið, og heimurin var eins fyri okkum øll. 
Tað er eisini sigandi, at tann einasti fremmandi, sum spældi við KÍ, búði í Norðdepli. 
Tað var friðsælt og frítt, og hóast vit livdu í kalda krígnum, kendu vit ongan ótta. 
Stig fyri stig víðkaðist verðin. Ikki fyrr enn vit vóru tilkomin, møttu vit tí ókenda. 
Heimið var í Føroyum. Heimurin var langt burturi. 
***
Men fyri børn, sum í dag vaksa upp, víðkast heimurin ikki longur spakuliga. Nú er allur heimurin opin frá fyrstu løtu – beint við hondina.
Skíggin er hentur. Men hann er eisini ein vandi. 
Tí børnini síggja alt tað góða, men eisini tað ónda. Alt tað, sum byggir upp, men eisini tað, sum brýtur niður. Tað djúpa – men eisini tað grunna. Tað sanna – og tað falska. 
Og so hendan órógvin, sum forðar fyri friði í sinninum.
Tey síggja ósensureraðar og óhóskandi myndir.
Tey liva í allari verðini – heldur enn at liva í síni egnu verð. 
Tey fáa at vita, hvørji tey skulu vera – heldur enn spakuliga at varnast, hvørji tey eru.
Vit læra tey at ivast í øllum, tey hoyra og síggja, tí alt kann vera falskt. Einki er longur rætt. Einki er longur satt. 
Hetta hóttir tryggu, føroysku barnaverðina. Ger børn og ung stúrin og óttafull. Støðugt fleiri trívast illa og kenna seg trýst og máttleys. 
Vit, sum minnast friðin og tryggleikan í barnaárunum, mugu stríðast fyri, at hesi virðini ikki hvørva. At børnini frameftir eisini fáa eitt sindur av tí sama. At eisini teirra heimur kann vaksa í stigum, so hvørt sum tey fatanarliga búnast.
Vit hava heitt á øll skúlastýri um at seta ein telefonpolitikk í verk í skúlunum. Men eg haldi, at vit skulu gera meir. Vit skulu banna telefonum í fólkaskúlanum. Og spurningurin er, um vit ikki eisini skulu seta aldursmark á sosialar miðlar.
Talgildi heimurin og skíggin eru størri og sterkari enn bæði vit og børn okkara. Tað kann tykjast sum eitt ógjørligt stríð.
Men í áðurnevndu samrøðu segði Turið Arge Samuelsen eisini soleiðis: ”Um tað bara eru nøkur fá fólk, sum trúgva uppá, at mann kann koma langt, ja, so kemur mann langt.” 
Vit vaksnu mugu taka ábyrgdina. Og eitt er vist: lata vit standa til, so tapa børnini.
Føroyar eru í heiminum – og sjálvandi skulu vit vera í talgilda heiminum. Men tað skal vera eftir okkara treytum. Og vit mugu ikki lata sálarheilsuna hjá børnunum í býti. 
Heiminum møta tey jú kortini. Tí samstundis, sum Føroyar eru farnar út í heimin, er heimurin eisini komin til Føroya. 

Herfyri fór eg at keypa morgunbreyð ein leygarmorgun. Daman aftan fyri diskin var bæði fitt og fryntlig, men tosaði ikki føroyskt. 
Eg skuldi keypa fimm hondverkarar. Eina løtu var eg í villareiði. Tí hvussu sigur tú á enskum, at tú skalt keypa ”hondverkarar”? Please give me five carpenters?
Eg mátti smílast, og við teknum fingu vit í felag avgreitt handilin.
Eg giti, at mong kenna støðuna aftur. Um allar Føroyar eru nú fólk, sum ikki skilja føroyskt.
Hesi fólkini eru vælkomin. Tey bera okkum so nógv gott. Við øðrvísi mentan, mati og máli teirra kemur heimurin til Føroya. Tey tryggja okkum eisini fólkavøkstur, og at samfelagshjólini mala.
Men vit mugu tvíhalda um, at tey skulu vera her eftir okkara treytum og krøvum.
Stór tilflyting er ein øgilig avbjóðing í fleiri londum, og vit eru viðbreknari enn tey flestu. Gerast tey ov nógv, megna vit ikki at lofta teimum. 
Og eins og okkara ungu kunnu broyta føroyska samfelagið, kunnu tilflytararnir eisini broyta Føroyar og føroysku virðini. 
Tí mugu vit støðugt ansa eftir, at vit ikki missa tamarhaldið. Savningarmegin í samfelagnum má ikki vera hótt. Hon skal áhaldandi byggja á okkara mál, okkara mentan og okkara siðaarv. 
***
Vit mugu eisini byggja á okkara mentan og virðir, tá ið vit eru við altjóða. 
Og nú eru vit nógv meiri við enn nakrantíð áður.
Dømini um virkna føroyska leiklutin eru mong. Dømi, ið vóru óhugsandi, tá ið eg var smádrongur í Víkunum.
Vit hava nú verið á fundi í Pentagon. Á ráðharrafundum í NATO. Vit vóru við, tá ið heimsins leiðarar hittust í München, og vit vænta fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Í ár hava rúmdarmaðurin Andreas Mogensen og ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen vitjað – og vit hava sitið til borðs við Zelenskyj. 
Vit eru vorðin ein virkin partur av heimssamfelagnum. Teir spenningar, sum síggjast í heiminum, ávirka eisini okkum. 
Tíverri sær heimurin ótryggur út. Vit vita ikki, hvat fer at henda. Hvørki við Russlandi, Ukraina, Ísrael, Palestina, Sýria ella í Miðeystri sum heild. Ella hvørjar broytingar USA fer at fremja. 
Vit síggja eina nýggja tíð, eftir at okkara partur av heiminum leingi hevur verið opin og tryggur.
Stundum kann tað kennast, sum Marjun Syderbø Kjelnæs skrivar í bókini: Marta, Marta: 
 “Við eitt saknaði hon tað, sum hon var uppvaksin við; friðin og frástøðuna frá øllum.”
Men frástøðan er nú burtur. Vit eru partur av heiminum. Heimurin er partur av Føroyum.
Vit mugu standa saman við Vesturheiminum og Nato. Stríðast fyri tí, vit trúgva uppá og halda vera rætt. 
***
Góðu føroyingar
Nú 2024 er um at renna út, veit eg, at nøkur eru, sum stríðast. 
Ikki fyri úrslitum ella fyri tí, tey halda vera rætt – men við sjúku, sorg ella stúran.
Eg sendi tykkum í kvøld mínar fjálgastu tankar um viðgongd og vón. Máttu tit funnið styrki til at fóta tykkum í tí, lagnan letur í tykkara lut, og máttu vit onnur sæð og skilt stríð tykkara og verið tykkum til hjálpar, tá ið vilji og trúgv á egin evni ikki longur røkka. 
Máttu tit kent tykkum sveipað í stuðul og umsorgan, so tit vita, at hóast stríðið í løtuni er hart, so eiga tit eitt týdningarmikið pláss – bæði ímillum tykkara kæru og her í føroyska samfelagnum.
***
Góðu føroyingar 
Hondbólturin hevur í ár tvær ferðir víst, at Føroyar eru vorðnar ein partur av heiminum. 
Hinvegin er heimurin eisini vorðin ein partur av Føroyum. 
Hetta er eingin sjálvfylgja. Og tað er ikki komið av sær sjálvum.
Tað er hent, tí at vit – hóast hini eru størri og sterkari – hava trúð uppá, at vit kundu.
Vit vita ikki, hvørjum vit møta í 2025. Men eg vóni, at vit møta 2025 við áræði og vilja.
Eg vóni, at vit fara at kempa fyri tí, vit halda vera rætt. Um bert nøkur fá trúgva upp á tað, kunnu vit koma langt. 
Tað veri seg í kappingini við Danmark um okkara ungdóm. Í kappingini við skíggjarnar um okkara børn. Í stríðnum fyri ikki at missa føroysku virðini. Ella í stríðnum fyri friði og støðufesti í heiminum. 
Latið okkum stríðast fyri tí, sum er satt og gott.
Tí, sum sameinir heldur enn syndrar. 


Gott nýggjár, øll somul.
 
Gud signi Føroyar

Aksel V. Johannesen

Ensk týðing av røðuni kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder