Kavaflykrurnar dalaðu spakuliga hetta stilla jólakvøldið í 1914.
Tær løgdust á skóg og svørð – og á teir mongu stríðsmenninar, sum lógu í skotgrøvunum á vesturhermótinum í Fraklandi.
Fyrri heimsbardagi herjaði, og bretar og fransmenn stríddust móti týskarum.
Bardagarnir vóru harðir. Men jólakvøld var friður. Hvør í sínari skotgrøv lógu hermenninir og bíðaðu.
Við eitt skar ein klár, týsk rødd ígjøgnum køldu luftina. Ein rødd, sum sang – við vaksandi megi.
So líðandi løgdust fleiri røddir aftur at sanginum. Á týskum, enskum og fronskum hoyrdist brátt sálmurin »Gleðilig jól« ljóma yvir sundurskotna lendið.
Við eitt reistist ein týskari. Fattur stóð hann har – mitt á hermótinum – og setti lívið í váða fyri vónina um menniskjaliga góðsku.
Eingin skeyt.
Í staðin reistust fleiri hermenn. Teir komu upp úr ymsu skotgrøvunum og heilsaðu. Teir spældu fótbólt í kavanum. Teir varnaðust, at argi fíggindin ikki var stórt øðrvísi enn teir sjálvir, tá ið samanum kom.
Framvegis hoyrdu teir til hvør sína sannføring. Framvegis vóru teir partur av hvør sínum hermóti. Men hesa løtuna sóu teir ikki tað, sum skilti teir. Í staðin møttust teir um tað, teir høvdu í felag.
***
Góðu føroyingar
Kríggj snýr seg um mørk. Um mørk ímillum lond og ímillum menniskju.
Men hendingin frá 1914 vísir, at hóast vit eru ósamd um, hvar mørkini skulu verða sett, so kann menniskjalig góðska lata okkum hittast.
Og hesum er støðugt størri tørvur á.
Tí tað er eingin ivi um, at heimurin nú broytist.
Seinastu mongu árini hevur friður valdað í okkara parti av heiminum, og mørkini – millum lond og millum fólkasløg – hava verið kám.
Men nú, vit stíga inn í nýggja árið, eru tvey kríggj, sum eingin endi sæst á. Vit síggja ræðuleikar, sum ikki kunnu lýsast við orðum.
7.oktober var Ísrael fyri einum ótespiligum yvirgangsálopi. Tað, sum nú hendir í Gaza, er somuleiðis menniskjansliga ótespiligt. Vanlig fólk og børn í túsundatali hava latið lív. Eg havi ikki orð at lýsa ræðuleikarnar.
Og í Ukraina herjar kríggið við sama lag eftir skjótt tvey ár.
Herfyri var 25 ára gamla Alyona Fedotova, sum er flýdd úr Ukraina, í sjónvarpinum. Hon segði: »Eg eri heimleys. Eg havi einki arbeiði. Eg eri einsamøll. Havi mist familjuna. Fólk, eg eri góð við. Mítt land. Mítt heim.«
Í friðarligu Føroyum hava vit ilt við at skilja hesa sváru støðu.
Og í Russlandi verða menn og unglingar noyddir í kríggj, hóast teir – eins og hermenninir í 1914 – vita, at fíggindin ikki er stórt øðrvísi enn teir sjálvir.
Tað er ófatiligt, at menniskjan ikki verður klókari. Tað er óskiljandi, at kríggj og dráp halda á.
Hinvegin eru mørk, sum eru verd at stríðast fyri. Enntá at doyggja fyri. Hetta eru mørkini millum frælsi og ófrælsi. Millum ótta og tryggleika. Millum neyð og vælferð.
Tað er mín inniliga vón, at friður skjótt fæst í lag. At markið millum Russland og Ukraina verður virt. Og at mørk verða sett millum Ísrael og Palestina, sum báðir partar kunnu liva við – heldur enn kríggið, sum báðir partar nú doyggja við.
***
Men ringarnir av hesum kríggjunum breiða seg. Múrar verða aftur laðaðir millum lond. Stríðið um sannleikan er hart. Og tað sæst eisini her í Føroyum.
Tí samstundis sum mørkini verða herd í heiminum, fána tey á netinum. Tøknin er markleys. Vitlíki, sum er ársins orð, hevur longu yvirhálað okkum, langt áðrenn vit hava skilt, hvat tað er. Hvat tað kann.
Okkara fatanarevni røkka ikki til tað, sum nú hendir í talgilda heiminum.
Vitlíki ber okkum markleysar møguleikar. Ótrúligar og gagnligar møguleikar. Eitt nú hjálp til fólk við skerdum førleikum. Hjálp á heilsuøkinum. Ella við at avgreiða uppgávur eftir sekundum, sum gløggastu fólk brúka langa tíð til.
Vit skulu læra okkum at gagnnýta tað. At stýra tí. Og vit mugu brynja bæði okkum og børnini.
Tí alt, sum er markleyst, kann vera ein váði. Hava vit ikki mørk, er skjótt, at vit missa okkum sjálv.
Okkum tørvar til dømis mark ímillum tað, sum er satt, og tað, sum er ósatt. Ímillum rætt og rangt. Og mark fyri, hvat vit góðtaka – bæði av okkum sjálvum og øðrum.
Men vitlíki hevur einki mark. Hvørki menniskjansligt ella moralskt.
Tað ger tað trupult at navigera. Tí hvat av tí, vit síggja og lesa, er nú veruligt?
Myndir. Brøv. Tíðindi. Samrøður í miðlunum. Filmsupptøkur. Hvat er satt?
Í kríggi vita vit, at sannleikin er fyrsta ofrið. Men nú verður støðugt verri at skilja millum satt og ósatt – á øllum økjum.
Eisini vit eru offur í stóra kunningarkrígnum. Og algoritmurnar syrgja fyri, at hvørt einasta músaklikk er sum eitt spakaskot djypri niður í skotgravirnar. Tær smalka okkara heimsfatan – heldur enn at víðka hana.
Tær fáa okkum at halda, at heimurin er svartur og hvítur. Eggja okkum til annaðhvørt at vera fyri ella ímóti. At svara ja ella nei. Tær loyva okkum ikki at síggja ymsu síðurnar av málunum.
Hetta ávirkar heimin. Hetta ávirkar kjakið. Og hetta kann ávirka fólkaræðið. Eisini í Føroyum.
***
Góðu føroyingar
Hesa seinastu tíðina hava vit í Føroyum sæð støðugt fleiri mørk. Fólk fylkjast um ymisk sjónarmið – nógv meira enn eg áður havi sæð.
Fyri Ukraina. Fyri samstarvi við Russland. Fyri Ísrael. Fyri Palestina. Fyri fríari fosturtøku. Fyri børnum í móðurlívi.
Mørkini verða kritað.
Tað er gott, at vit kunnu siga okkara hugsan – og hava slík tiltøk. Fría kjakið er jú grundin undir fólkaræðinum.
Men politikkur og lógarverk snúgva seg um at seta mørk. Tá ið vit tóku við, fóru vit undir at flyta mørk – eins og allar samgongur gera. Og har mørk verða flutt, koma reaktiónir. Summi fegnast. Onnur gerast vónbrotin, og uppaftur onnur ilskast. Tað veldst um, hvørjumegin markið vit standa.
Vit hava hetta árið framt nógvar broytingar og umskipanir. Eg skilji væl, at fólk verða ill. Men úrslitini av umskipanunum fara at vísa seg.
Og orsøkin er greið. Vit kappast við útlond um bæði arbeiðsmegi og barnafamiljur. Flyta vit eingi mørk, tapa vit kappingina.
Eg veit, at vit eru ósamd um mørkini. Stundum rúkandi ósamd. Men eins og í 1914 gagnar tað okkum at koma upp úr skotgrøvunum. At síggja ymsar síður.
Bæði tá ið ræður um fiskivinnuna, handilsvinnuna og føroysku hagarnar. Tá ið ræður um moralsk mørk, etisk mørk og politisk mørk.
Tað er trupult. Tí vit skulu seta mørk. Men vit mugu eisini byggja brýr.
Í prædiku síni jólaaftan staðfesti bispur, at »friður á jørð er ikki til. Tað eru vit menniskju, sum mugu skapa frið, har vit eru.«
Og eg eri samdur. Menniskjan livir út frá mørkum. Millum mørk. Tað skapar ósemjur. Ófrið. Men vit eiga at hevja menniskjaliga góðsku upp um ósemjurnar.
Hjá Frelsunarherinum eru tey fyrimyndir á hesum øki. Í oktobur fekk Bernhard Petersen »Ársins Sálarheilsuvirðisløn« fyri arbeiðið við teimum heimleysu. Hann segði:
»Hetta eru okkara medmenniskju. Tí skulu vit vera góð við tey – og taka um tey.«
Hetta er kjarnin av at vera menniskja. At vit megna at taka um onnur. Eisini tey, vit eru rúkandi ósamd við. Júst sum hermenninir gjørdu jólanátt í 1914.
Og í Føroyum eru nógv fólk, sum nýta júst hetta sum lívskumpass. Ársins rósa í 2023, Randi Waag Jacobsen, er ein teirra. Við hennara skipan »yvirskot til tín« ber til at lata – og soleiðis gera mun fyri medmenniskjuni. Aftur at henni eru fólk og felagsskapir í hópatali, sum á ymsan hátt gera eitt stórt arbeiði. Fyri at byggja brýr. Fyri at taka um tey, ið hava hjálp og umsorgan fyri neyðini.
Í kvøld takki eg tykkum øllum hjartaliga.
***
Góðu føroyingar.
Ársins síðsta kvøld taka vit samanum – og líta fram.
Hóast tað er vorðið dýrari at liva – og eg veit, at hetta merkist, serliga hjá barnafamiljum – so hava vit arbeiði til allar hendur og nógv virksemi.
Ábendingar eru um, at inflatiónin nú hæsar av, og vónandi fer rentan tí at lækka.
Hóast avbjóðingar hava vit nógv at takka fyri. Vit liva í einum av heimsins bestu londum. Við stórum ríkidømi. Stórum frælsi. Stórum tryggleika. Hetta er framvegis eitt av heimsins bestu londum hjá børnum at vaksa upp í. Um ikki tað besta.
Kortini er okkara størsta avbjóðing í løtuni, at burðartalið minkar. Hetta má takast í størsta álvara.
Nøkur stig eru tikin.
Vit hava á fyrsta sinni eitt Barnamálaráð, soleiðis at einki barn skal detta niður ímillum ymsu skipanirnar. Vit arbeiða við at tryggja barnafamiljum betri fíggjarlig kor, betri møguleikar til eitt trygt heim og støðug dagstovnatilboð.
Vit mugu fáa børn, ung og familjur at trívast, støðast og flyta heim aftur. Hetta er fremsta málið – og púra avgerandi fyri framtíðina her á landi.
Men onnur stór mál eru longu nádd. Mál, sum áður vóru óhugsandi og fjar.
Sandoyartunnilin er eitt slíkt mál, ið hevur flutt samfelagið framá, bundið okkum saman og økt um møguleikarnar – bæði í vinnulívi, ítróttalívi og familjulívi. Serliga hjá ungum familjum í Sandoynni.
Og komandi árið byrjar við enn einum fluttum marki, nú Føroyar á fyrsta sinni verða við í einum EM-endaspæli fyri lið.
Eingin trúði, at tað bar til – eingin annar enn garparnir sjálvir. Men tá ið hondbóltsmenninir trína á vøllin í Berlin, fer tað at sameina allar føroyingar. Eg gleði meg at síggja, hvussu hetta bragd fer at ávirka land, fólk og ítróttalív frameftir.
Og komandi ár byrja fyrireikingarnar til Oyggjaleikir, sum verða í Føroyum í 2027. Í einum gerandisdegi, har nógv mørk skilja okkum, kann ítrótturin savna okkum.
***
Góðu føroyingar.
Nú fáir tímar eru eftir av árinum, minnast vit aftur á gamlaárskvøld í fjør.
Vónir, dreymar og lyfti. Men eisini stúranir, ótta og ampa.
Tá ið vit á nýggjárinum geva okkum stundir at grunda, varnast vit, hvussu nógv vit megna. Men vit varnast eisini, hvussu lítið vit sjálv ráða yvir tí, sum veruliga hevur týdning.
Tað er á markinum millum hesar báðar sannkenningarnar, at vit menniskju virka og liva. Ímillum egnan mátt og so tað, sum lagnan letur í okkara lut.
Tit, sum í kvøld syrgja, stríðast ella óttast tað, ið koma skal, kenna henda tvídrátt. Mátti hetta komandi árið borið tykkum ugga og vón. Máttu vit onnur sæð, hvussu vit best kunnu taka um tykkum – og veita hjálp og linna.
***
Góðu føroyingar
Eg vóni, at vit hetta komandi árið fara at stríðast fyri at halda fast um nøkur mørk. At vit megna at flyta onnur mørk fyri at tryggja framburð. Og at vit altíð megna at vísa góðsku – eisini tá ið vit eru ósamd um, hvar mørkini skulu vera.
At vit reisa okkum úr skotgrøvunum og megna at taka um okkara medmenniskju.
Bæði politiskt, hugsjónarliga – og menniskjansliga.
Gott nýggjár, góðu føroyingar.
Gud signi hetta komandi árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald