Politikkur

Nýggjársbálið er eingin ruskspann

Seinnu árini hava vit í FNU nakrar ferðir fingið prei um, at felags nýggjársbálini hjá kommunum gerast undanførsla hjá virkjum at sleppa sær av við burturkast. Slíkt burturkast, sum tey kanska annars skuldu goldið fyri at sloppið av við, ella sum er óhøgligt at sleppa av við á lógligan hátt.

2023-12-30 17:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Er hetta rætt, taka vit fyri givið, at kommunurnar eru á varðhaldi og ansa eftir, at slíkt ikki hendir, og at bert tilfar, ið er hóskandi til nýggjársbálið sleppur í bálið. Lat hetta vera okkara áheitan á virkir og kommunur á nýggjárinum.

Loyvt er einans at brenna reinan, óviðgjørdan og turran við á nýggjárbálinum. Annars kann vandi vera á ferð. 

Verður annað koyrt í bálið, sum t.d. viðgjørdur viður ella tangar við restum av evnafrøðiligum lúti, kann tað í ringasta føri skaða heilsuna hjá fólki og hava skaðilig árin á umhvørvið.

At brenna nýggjárbál krevur góðkenning frá heimstaðarkommununi. Vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um nýggjárbál sæst at lesa her.

Gott nýggjár frá FNU!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder