Talan er um 4 nýggj grundstykkir á 625 fermetrar, hvørt stykki. Nýggjur tilkomuvegur til útstykkingina verður vestanfyri snikkaravirkið Grant, og frá útstykkingini verður ein gøta til fríøkið miðskeiðis í bygdini.
HMP Consult hava prosjektera ætlanina og arbeiðið var boðið út í innbodnari lisitatión ímillum 5 arbeiðstakarar. Tað komu fýra tilboð inn. Mánadagin var lisitatión á kommunuskrivstovuni.
Maskingrevstur v. Allan H. Hansen, kr. 3.772.570,00
Jógvan Heinesen, kr. 4.008.692,00
Grevstur og Planering v. Eggaba Andreasen, kr. 3.683.293,50
J&K Petersen, kr. 4.203.830,00
Nú verða innkomnu tilboðini kannað og vóna vit at spakin verður settur í fyri árslok. Mett verður at arbeiðið at gera útstykkingina kemur at taka 7 mánaðir.
Tað standa trý fólk á bíðilista til grundstykki í Vatnsoyrum, hesi hava fingið í boðið grundstykki.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald