Vinna

Nýggj, øðrvísi matstova í miðbýnum í Havn

.

2025-05-30 15:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tíðindaskriv.

Nýggj, øðrvísi matstova í miðbýnum í Havn

Mánadagin 2 juni letur ein nýggj matstova upp í Sverrisgøtu 15 í Havn.
Hendan nýggja matstovan í miðbýnum ætlar at leggja eyka dent á
skjótan, hágóðsku asiatiskan mat. Maturin verður serveraður sum buffet
frá á middegi og út á kvøldið, har nógvir rættir vera at velja
ímillum, og møguligt er eisini at fáa take away.

Navnið á matstovuni er ”Aroy” og vendir sær m.a. til familjur og fólk,
sum arbeiða í miðbýnum, sum ynskja sær okkurt spennandi til matna í
døgurðasteðginum. Stigtakarin til hesa matstovuna eru Naraphorn
Chairoek.

“Hugskotið handan matstovuna er at bjóða nakað annað enn tær
matstovurnar, sum bjóða tann fína matin, og samstundis dekka ein tørv,
sum serliga barnafamiljur hava. Vit eiga sjálvi børn og meta, at tað
manglar ein matstova til familjur. Vit kenna til kensluna, at man ikki
orkar at vera inni meira við børnunum, men man veit ikki rættuliga
hvar man kann fara við teimum, tí tey larma, sum øll børn jú vanliga
gera. Tí meta vit, at hetta tilboðið er júst nakað fyri barnafamiljur.

Vit vóna, at matstovan fær góða undirtøku og at hon gerst enn eitt
íkast til matstovuvinnuna í Føroyum, sum seinastu árini er blivin
meira fjølbroytt og professionell”, sigur Naraphorn Chairoek.

Umframt vanligu upplatingartíðirnar, verður matstovan eisini opin
fríggja- og leygarkvøld og út á náttina, fyri at bjóða býargestum
okkurt øðrvísi enn tað, sum í løtuni er at fáa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder