Politikkur

Nýggj nevnd vald í Vága tjóðveldisfelag

Týskvøldið 8. apríl var eykaaðalfundur hjá Vága tjóðveldisfelag hildin í Beitinum. Ingolf S. Olsen og Jakobina Ellingsgaard høvdu frammanundan boða frá at tey takkaðu fyri seg fyri hesaferð, og tí skuldu tveir nýggir limir veljast. Uppskot var um Hergeir Teitsson og Janu Antonsdóttur Dam, sum bæði tóku við vali.

2025-04-09 09:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nevndin skipaði seg eftir fundin soleiðis:

  • Hergeir Teitsson, forfólk og umboð í aðalstjórnini
  • Jana Antonsdóttir Dam, skrivari
  • Sølvi Simonarson, peningarøkil

Nýggja nevndin hevur longu sett sær fleiri ætlanir um tiltøk og temakvøld, sum verður kunnað nærri um seinni, sum tíðindaskriv á miðlunum og á facebook síðuni hjá Vága tjóðveldisfelag. Limir kunnu eisini senda okkum ein teldupost á [email protected] um tey ynskja at fáa beinleiðis kunning frá felagnum.

Eisini gleðir nýggja nevndin seg til at hitta nýggju leiðsluna í Tjóðveldi, og at bjóða forkvinnuni Sirið Stenberg og næstforkvinnuni Hervør Pálsdóttir, saman við aðalstjórnarformanninum Høgna í Stórustovu vestur á vitjan.

Á fundinum var eisini vitjan av Jóhan Christiansen, nýggja landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum. Hann greiddi frá teimum málum, ið hava ligið fremst á dagsskránni hjá honum higartil. Millum annað nevndi hann broytingarnar í sjófeingislógini, og hann staðfesti, at nógvur eftirspurningur hevur verið frá kommunum kring landið um at fáa landsstýrismannin á vitjan at tosa um vegakervið. Hann vísti eisini á, at hann er væl kunnaður av Landsverki um støðuna á landsvegakervinum.

Eitt av teimum nýggjastu átøkunum sum liggur á málsøkinum hjá landsstýrismanninum er dagføring av ferðaseðlaprísunum á bæði bygda- og oyggjaleiðum, sum nógv kjak hevur verið um seinastu dagarnar. Fundarluttakararnir høvdu nógvar spurningar til landsstýrismannin, og hann var væl fyrireikaður at svara og greiða frá síni støðu og sínum málsøki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder