Vinna

Nýggj klippiútgerð til Sløkkiliðið í Vága Kommunu

Sløkkiliðið í Vága Kommunu fær nýggja klippiútgerð.

2022-01-12 09:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á seinasta býráðsfundinum hjá Vága kommunu var einmælt samtykt, at keypa nýggja klippiútgerð til Vága sløkkilið.

Í fundarbókini hjá Vága kommunu stendur, at sløkkiliðið hevur tørv á nýggjari klippiútgerð. Gamla klippiútgerðin hjá ”Vága Bjargingarfelag”, sum sløkkiliðið hevur haft seinastu 25 – 30 árini er ikki brúkilig longur. Hon hevur verið á verkstað og kann ikki reparerast.

Orsaka av hesum klára vit ikki at uppfylla krøvini til okkara sløkkilið. Trygdin og responstíðin í kommununi er ikki í ordan, og vit útfylla ikki tilbúgvingarætlanina, sum landsins myndugleikar liggja inni við fyri Vága kommunu.

Nýggja útgerðin kostar tkr. 224.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder