Í samband við útflutningshagtøl, er talan um útgreinaðar visualiseringar av prís, virði, og nøgd til allar marknaðir fyri ymiskt fiskasløg. Hyggja vit tildømis eftir fiskaútflutningi í virði tilsamans í 2025, síggja vit, at Føroyar útflyta mest til USA og Spania. Norra útflytur mest til Polen og USA. Íslend selur mest til Bretland og Frakland samstundis sum Grønland útflytir nærum alt til Danmarkar áðrenn tað verður selt víðari.
Tað er føroyska fyritøkan Nordic Fish Exports, sum hevur gjørt frágreiðingina við talvum úr egnum dátaplatformi NordicFishView. Jákup Holm Johannesen, stjóri í fyritøkuni, leggur dent á at føroyskur fiskaútflutningur er eitt áhugavert evni fyri nógvar føroyingar og hevur fyritøkan tískil valt at geva frágreiðinga út alment í samband við at hagtølini fyri 2025 nýligani blivu atkomulig á hagstovunum í Føroyum, Norra, Ísland, og Grønlandi.
Frágreiðingin er at finna her: https://nordicfish.fo/wp-content/uploads/2026/02/Fiskautflutningur-Foroya-2025-1.pdf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald