2024-04-19 08:30
Í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin sita 5 limir, og tilnevning fer fram annað hvørt ár, tó soleiðis at ávikavist 3 og 2 stýrislimir vera tilnevndir hvørja ferð. Nýggju limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur tilnevnt eru Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg.
Nýggja stýrið er sostatt mannað soleiðis:
Teitur Samuelsen
Petur Even Djurhuus
Ingibjørg Berg
Rakul í Gerðinum
Maud Hilduberg
Landsstýriskvinnan takkar fráfarandi limunum fyri tíðina og ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald