Borgarstjórin, Kristin Michelsen, bjóðaði vælkomin og fegnaðist um, at nú var loksins komið á mál við verkætlanini, ið fór í gongd, eftir at táverandi næmingaráðið í Tvøroyrar skúla førdi fram ynski, um at fáa ein sparkivøll í skúlagarðin. Borgarstjórin takkaði øllum teimum, ið høvdu verið við til at fáa vøllin til veruleika og vónaði at hann fór at verða nógv nýttur komandi árini.
Skúlastjórin, Jón Johannesen, fekk síðani orðið, eftir horntónleik frá 10. floks næmingum, undir leiðsu av Jens Knudsen. Jón var sera fegin um, at vøllurin nú varð vorðin veruleiki og vónaði at ungdómurin fór at nýta hann nógv, ikki einans í fríkorterunum – hetta er flottasti sparkivøllur í landinum, helt hann fyri. Samstundis vónaði hann, at hetta bert var byrjanin til fleiri spennandi átøk á skúlaøkinum.
Hans Henrik Strøm varð liðugur í Tvøroyrar skúla í summar, men sum partur av táverandi næmingaráðnum, so fekk hann heiðurin at siga nøkur orð vegna næmingarnar. Hann var, sum vera man, glaður fyri, at eitt uppskot, ið næmingaráðið hevði lagt fyri kommununa, varð vorðið møtt við so stórum vælvilja og nú hevði ført til nakað ítøkiligt – tað, at vøllurin nú stóð klárur. Eins og borgarstjórin og skúlastjórin, so viðmælti hann øllum at brúka vøllin nógv, eisini í vetrarhálvuni, tí ljós eru eisini kring vøllin. Eftir hetta klipti Hans Henrik bandið til inngongdina til vøllin í eystara enda og í vestara enda kliptu næmingar, ið møguliga koma til at mynda komandi næmingaráð, snórin. (Næmingaráðið hevur ikki skipað seg í løtuni)
LEGENDUR Á VØLLINUM
Í røðu síni bjóðaði Hans Henrik skúlastjóranum, Jón Johannesen, av, at taka fyrsta brotssparkið á vøllinum. Jón var ein av berandi kreftunum á TB-liðnum í 80- og 90-unum og var eisini á FM-liðnum í 1987. Skúlastjórin legði alla orku í skotið og fekk eisini bóltin framvið Hans Henriki í málinum.
Síðan var brotssparkskapping millum tvær av størstu fótbóltsstjørnunum vit hava havt her á landi. Lokali Óli Johannesen, bróður skúlastjóran, og sjálvasti Todi Jónsson, skuldu kappast. Í málinum var Birgir Dimon, ið eins og Jón var partur av FM-liðnum í 1987 og sum ofta traðkaði til á besta mansliðnum, um málmenninir komu til skaða, ella vórðu vístir av vølli.
Óli hevði í mong ár landsliðsmetið, inntil onkur annar, sum borgarstjórin tók til, «bara bleiv við at spæla inntil hann hevði tikið metið hjá Óla». Óli hevur spælt yvir 80 landsdystir og burtursæð frá mongu árunum við TB, so hevur hann eisini spælt í AGF, í bestu donsku deildini, og í Hvidovre.
Todi Jónsson er uttan iva størsta fótbóltsstjørnan Føroyar higartil hava sæð. Uppvaksin í KÍ, lá leiðin skjótt uttanlands, har hann fyrst tørnaði út fyri Lyngby, síðan fyri mæta FCK, í bestu donsku deildini. Í FCK spældi hann yvir 200 dystir og skoraði tætt við 70 mál – í mong ár var hann mest skorandi leikarin har. Todi spældi eisini uml. 50 landsdystir fyri Føroyar.
Brotssparkskappingin gav greiða ábending um, hvør hevði betra máltevið, tí Todi vant burtur úr Óla, sum als ikki fekk bóltin framvið Birgiri í málinum. 3-0 gjørdist úrslitið, í best av 5 kappingini.
Todi fekk heiðursprógv fyri avrikið, ið kanska kemur at hanga í nýggju kaféini, Kafé Tvørá, ið hann og unnustan fyri stuttum lótu upp í Kongabrekkuni á Tvøroyri. Óli fekk eisini eitt fyri at vera nummar tvey, men ivasamt er um tað kemur upp at hanga nakrastaðni.
Løtan endaði við bollum og kakao, til øll tey, ið møtt vóru, ímeðan dystur var á vøllinum millum lið Todi og Óli høvdu valt – hesin dysturin endaði javnur.
Ein sera góð løta í dag og er tað kommununar vón, at vøllurin verður til stóra gleði fyri ungdómin.
LOKALAR LOYSNIR TIL SPARKIVØLLIN
Graslíkið er, eins og fótbóltsvøllurin við Stóra, leveraður av Idé Møblum, v. Birgir Andreasen, men alt annað kring vøllin, eru lokalar loysnir av Tvøroyri og úr Hvalba.
Garðin kring vøllin, hevur MTV-Byggivirki staðið fyri. Mortan Petersen, timburmeistari, hevur smíðað og málað girðingarnar. Groth Electric hevur sett ljóssteyrarnar upp og Bergið í Hvalba hevur gjørt netið yvir vøllinum. Netið yvir vøllinum er ikki tjúkka, grøna trolið, ið ofta er at síggja aðrastaðni – hetta netið er nógv tynri og myrkt í liti, soleiðis at tað næstan ikki sæst í frástøðu.
Tekniska deild í Tvøroyrar kommunu hevur staðið fyri samskipanini av verkætlanini og eisini av ymiskum øðrum arbeiði í hesum sambandi.
Vøllurin er 26x14 metrar til støddar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald