Ítróttur

Nýggi landsliðsbúnin sniðgivin

Føroysku landsliðini fara í komandi undankappingum at spæla í adidas. Nýggja avtalan er galdandi næstu fýra árini

Nýggi landsliðsbúnin er sniðgivin av adidas - Mynd: adidas.com

Nýggi landsliðsbúnin er sniðgivin av adidas - Mynd: adidas.com

2026-05-01 10:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Saman við níggju øðrum evropeiskum londum er Fótbóltssamband Føroya farið undir samstarv við adidas.

Avtalan, ið er galdandi næstu fýra árini, er liður í UEFA Kit Assistance Scheme skipanini, og inniber, at bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið fara at spæla í adidas í komandi undankappingum.

Skipanin fevnir um Andorra, Belarus, Føroyar, Kýpros, Kasakstan, Kosovo, Liktinstein, Norðurmakedónia, Malta og San Marino

UEFA Kit Assistance Scheme skipanin varð sett á stovn í 2007, og hevur til endamáls at útvega landsliðunum dygdargóð dystar- og venjingarklæðir, ið eru sniðgivin í tøttum samstarvi við hvørt einstakt fótbóltssamband, samstundis sum tey endurspegla søguna og fótbóltsmentanina í londunum.

Um ein góðan mánað skulu bæði kvinnu- og manslandsliðini á vøllin aftur. Fríggjadagin 5. juni spæla kvinnurnar HM undankappingardyst á útivølli ímóti Georgia, og leygardagin 6. juni spælir manslandsliðið venjingardyst móti Estlandi.

Hjá monnunum er talan um fyrra av tveimum dystum í Baltic Cup. Seinni dysturin í Baltic Cup 2026 verður týsdagin 9. juni, ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder