“Hetta vísir, at vit eru við at koma á rætta kós. Nú fara vit undir at gera fleiri og størri átøk, so vit síggja eina munandi minking komandi árini,” sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm.
Útlátið í 2022 var 6 % minni enn í 2021. Um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum verða taldar við í uppgerðini, var minkingin í útlátinum 14 %.
“Bara í ár fremja vit 7 av teimum 25 átøkunum í veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið hevur samtykt. Næsta ár fremja vit minst 10 afturat. Nú mugu vit venda vit gongdini saman,” sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
Í frágreiðingini verða orsøkirnar til minkingina greinaðar. Millum annað sæst, at høvuðsorsøkin er størri el-framleiðsla frá varandi orkukeldum, umframt at oljunýtslan hjá bilum og húsarhaldum minkaði. Les alla frágreiðingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald