Politikkur

Nú Tinganes hevur opinberað fíggjarlógina fyri 2024

Ruth´s hotell - nú Tinganes hevur opinberað fíggjarlógina fyri 2024

2023-10-05 19:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Hugsi, at mong bíðaðu við spenningi at síggja avlopið á fíggjarlógini, sum við so nógvum øðrum frá samgongumeirilutanum var lovað almenninginum – nú skuldi tað verða.


Flokkarnir vunnu valið við so mongum lyftum á matarseðlinum, at flestu nú sóu fyri sær politiska lovaða landið.


Og í samgonguskjalinum  - høvuðsmenu’ini, var borðreitt við alskyns lekrum gloypibitum. Skattalætta til mestsum øll, lønarlyft, arbeiðsvikan 37 tímar íroknað matarsteðgir, tann stytsta í verðini, ítøkilig hjálp til sperdar familjur, skil á fíggjarstýringini, hall til avlop á fíggjarlógini, langtíðarhaldføri, avgjaldslækking, bíligari gerandisvørur, virðisøkja tilfeingið, styrkja kappingarførið, betri útbúgvingarmøguleikar, økta gransking, lyfta mentanina, listina og málið, gongd í haga, strandferðsluflotin endurnýggjast sum skjótast osfr. - ja, tilboðslistin var nærum markleysur.


Aðrir bollar

Og á uttanlandsøkinum skuldi landsstýrið í stundini avgreiða viðurskiftini mótvegis russum. Tað skuldi handlast beinanvegin, mótsatt drálinum hjá undanfarna landsstýri......?


Jú, sanniliga skuldu aðrir bollar í suppuna.


Nú er so skjótt eitt ár síðani. Hvat er komið av skafti?


Ja, mong spyrja og svarið er hitt sama. Vit kunnu ikki gera alt eftir einum ári.... og so tað seinasta, at upptøkan eftir undanfarnu samgongu er størri enn væntað? At valið varð vunnið við púra órealistikari útgjarðing, kemur ikki teimum til hugs.

Heldur ikki, at meira enn helvtin av undanfarna samgonguskeiði var sera órógvað av Covid-19, er slettis ikki við í politisku líkningini í Tinganesi nú.


Undarligt, tá hugsað verður aftur til 2015, tá júst sama samgonga ósmæðin visti at siga, at hon hevði alla æruna av vaksandi yvirskoti árini til 2019, hóast øllum var greitt, at borgarliga samgongan fekk  hallið uppá 600-700 mio kr burtur árini 2011 til 2015.

Henda samgongan kom tá til skorin klæðir og broytti faktiskt ikki eitt komma í politikkinum, burturfrá í endanum á valskeiðinum, at fremja ein púra óbrúkiligan fiskivinnupolitikk, sum í 2019/2020 tíbetur bleiv fingin á beint. Nú verður fiskivinnupolitikkurin ikki tikin uppá tungu?


Føgru orðini?

At fíggja lovaðu veitsluna hevur samgongan økt munandi um gjøldini frá ali- og fiskivinnuni. Úrslitið er longu í ljósmála. Serliga alivinnan verður rakt. Boðað er frá harðtøknum skerjingum, sum kunnu kosta 400 arbeiðspláss. Og landsstýrið fær nú minni inn enn væntað!

Hvar blivu føgru orðini av at virðisøkja tilfeingið og styrkja kappingarførið?


Samstundis er kvørkratak tikið um barentshavsflotan. Nú komið er í fjórða kvartal í árinum, ána reiðarí, manning og avleiddar vinnur ikki, hvat fiflað verður við í Tinganesi.

Uttan mun til ætlan, so er tað politiskt ósømiligt at halda vinnuni fyri háð. Ístaðin at leggja stein omaná byrðu, so er tað minsta kravið, at myndugleikin er falsleysur og spælir við opnum kortum.

 

Ruth’s Hotell

Í Gl. Skagen er kenda matstovan Ruth´s Hotel, við sínum úrvalsrættum. Har verður bjóðað og serverað, treytað av, at tú kanst gjalda - sjálvsagt.

Endamálið er greitt – góðska og álit. Altíð samsvar millum tilboð, ynskir og upplivingar.


Í Tinganesi er eisini eitt Ruth’s Hotell. Munurin er kortini, at menu’in har bert er glansmynd at lokka kundarnar við.

Nærum einki av tí, sum bjóðað verður, er í samsvari við matarseðilin, hóast kostnaðurin fyri máltíðirnar er tann høgi og sami.

Var Tinganes ein matstova, so vildi hon eftir stuttari tíð farið av knóranum. Har er einki haldføri.


Og er tað ikki júst tað, sum búskararáðið staðiliga ávarar ímóti?


Bjarni Djurholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder