Eitt tað mest týdningarmikla við menningini av nýggja virkishúsinum fyri børn og ung er, at tey ungu verða tikin við uppá ráð. Tí varð, í desember 2021, ein nevnd sett á stovn, við ungdómi úr ungdómshúsinum. Tey skulu koma við ráðum og vera við til at skipa innihaldið í virkishúsinum. Somuleiðis hava tey verið virkin, saman við fleiri øðrum ungum, at fyrireika nýggju hølini, hava málað, gjørt reint og gjørt klárt til ‘the grand opening’ sum verður leygardagin 5. mars. kl. 14.
Somuleiðis hava tey ungu verið við til at fyrireika navnakappingina sum lýst varð við í síðstu viku. Freistin at lata uppskot inn til navnakappingina var í gjár, fríggjadagin 25. februar.
Fyrr í vikuni, var nevndin møtt á býráðsskrivstovuni, at tosa um hvussu dagurin tá virkishúsið letur upp skal skipast. Eisini hava tey lagt ætlanir um hvørji tiltøk skipa verður fyri næstu mánaðirnar.
Nýggja virkishúsið verður opið mánadag til hósdag, eftir skúlatíð til kl. 16.30, og fríggjadag til kl. 16.00 fyri børn úr 3. flokki til 6. flokk. Og frá kl. 18.00 til kl. 21.00 fyri tey ungu úr 7. flokki til 10. flokk hvønn gerandisdag, og leygarkvøld frá kl. 19.00 til kl. 24.00.
Tey sum manna nevndina fyri virkishúsið eru Oda Kjartansdóttir, Sofía Heðinsdóttir, Emma Vilhelmsdóttir, Thurid Fríða Eldevig Hattarstein og Magnus Berg. Dorthea Højgaard Dam er verkætlanarleiðari fyri barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald