Í samgonguskjalinum stendur skrivað, at fleiri bústaðir skulu byggjast og at fjølbroytni í bústøðum skal verða á bústaðarmarknaðinum.
Tí er ætlar Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, at geva kommunum møguleikan at stovna almenn bústaðarfeløg, sum byggja og reka virksemi á marknaðinum, eins og tað eru ætlanir at geva kommunum møguleika at seta tænastugjøld á tómar bústaðir. Hetta er gleðiligt, tí hetta eigur at gera, at fleiri bíligari bústaðir eru at leiga og eiga um alt landið.
Endamálið er at bjóða eitt fjølbroyttari útboð av íbúðum út til teirra, sum skríggja eftir onkrum at búgva í. Økta útboðið ger vónandi eisini, at prísurin lækkar. Hetta er alneyðugt, tí í dag hava m.a. okkara børn ikki ráð ella møguleika at ogna sær ein bústað ella leiga ein bústað. Sjálvur havi eg børn, sum ynskja okkurt at leiga ella keypa, men tað er sera trupult til ein sámiligan prís.
Rentuhækkingar og príshækkingar hava eisini trýst tey, sum nýliga hava ognað sær íbúðir ella hús til keyps. Tað er dýrari at byggja, og harvið eisini at leiga, eins og tað er dýrari at liva í gerandisdegnum.
Tað liggur ein stór ábyrgd á okkum politikkarum at gera tað møguligt hjá okkara borgarum at ogna sær ein bústað, líkamikið hvør fíggjarstøðan er.
Kanska býlisstuðul, kundi verið hjálp hjá teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga.
Vit vita, at privat feløg byggja nógv í dag, og tað er gott. Tað eigur at verða pláss fyri øllum kreftum at byggja, tá vit vita at millum 500 til 1000 búðstaðir mangla á marknaðinum, men okkara borgarar mugu eisini hava ráð til at keypa ella leiga.
Tað almenna eigur ikki at krevja sama avkast og tí eiga almennar íbúðir, at gerast bíligari til leigu. Hetta er tó ikki galdandi í nóg stóran mun í dag. Tí vænta vit, at tá kommunurnar fara at reka bústaðarfeløg og byggja saman við privatum og at Bústaðir byggja sjálvir, at gera at mánaðarligan leigan á hesum íbúðum gerast lægri og at keypini gerast fleiri.
Lutaíbúðarfeløg eru eisini stovnað. Hetta kemur eisini at skapa fjølbroytni á marknaðinum.
Ynskiligt er, at føroyskir handverkarar og feløg gerast partur av almennu bústaðarbyggiverkætlanunum. Bæði í størri og smærri verkætlanum. Tó altíð við atliti til, at tað skal gerast bíligari fyri borgaran.
Í Danmark er leigu- og lutaíbúðarmarknaðurin yvir 20% av samlaða útboðnum av bústøðum á marknaðinum. Í Føroyum er hetta talið nógv lægri. Enn er langt á mál, men sambært Hagstovu Føroya verða tvífalt so nógvar leiguíbúðir í mun til sethús bygd í Føroyum í dag.
Enn eru nógvar stórar bygdir, sum ongan almennan leigubústað hava. Í Miðvági, har uml. 1200 fólka búgva, er ongin almenn leigu ella lutaíbúð. Í Vágum, har tað búgva 3.400 fólk, eru 15 leiguíbúðir tilsamans. Soleiðis er mangar staðir í landinum. Í miðstaðnum, har flest ynskja at búgva, er tørvurin eisini ovurstórur.
Fólkatalið er vaksið við 5000 -6000 fólkum seinastu 10 árini, men tað heldur ikki áfram, um vit ikki loysa íbúðartørvin.
Her er at fara til verka og byggja til ein fjølbroyttan marknað.
Hetta er okkara mál og okkara skylda.
Jóhannis Joensen
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Politikkur
Nú mugu vit standa saman um at byggja fleiri bústaðir
Tað liggur ein stór ábyrgd á okkum politikkarum at gera tað møguligt hjá okkara borgarum at ogna sær ein bústað, líkamikið hvør fíggjarstøðan.
2023-05-24 11:16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald