Politikkur

Nú mugu vit byggja fleiri bústaðir

Bústaðarneyðin er veruleiki. Vit mangla fleiri túsund heim í Føroyum, og tað vil samgongan gera nakað við. Latið okkum geva Bústøðum fríari ræsir, so vit fáa fleiri og bíligari leigubústaðir, sigur Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

2023-03-29 10:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Lat ongan iva vera um, at bústaðarneyðin í Føroyum er veruleiki. Vit kunnu gleðast um, at samgongan tekur trupulleikan í álvara. Fyrsta fetið er at geva Bústøðum fríari ræsir at virka undir. Hetta, og onnur átøk, fer at geva okkum fleiri og bíligari leigubústaðir í Føroyum. 

- Vit halda ikki, at Bústaðir eigur at virka fyri fíggjarligum vinningi. Tí vilja vit nú taka burtur kravið um, at Bústaðir skal samstarva við privatum íleggjarum. Bústaðir eigur at virka fyri at byggja fleiri heim so skjótt og so bíligt sum gjørligt, so vit fáa minkað um trýstið á bústaðarmarknaðinum, sigur Hans Jacob Thomsen.

Fleiri átøk ávegis

Fyrsta fetið verður nú tikið, og frammanfyri okkum er ein røð av átøkum hjá samgonguni, sum skulu minka um bústaðarneyðina í Føroyum.

Í samgonguskjalinum stendur millum annað, at kommunurnar eisini eiga at hava møguleika at byggja leiguíbúðir og stovna almentgagnlig búðstaðarfeløg. 

Fáa vit givið kommunum neyðugu heimildirnar, so fáa vit fleiri partar at hjálpa til at loysa bústaðartrupulleikan. Eisini stendur í samgonguskjalinum, at kommunurnar eiga at hava møguleika at seta gjøld á tómar bústaðir. Hetta kann væntast at føra við sær, at fleiri hús koma á marknaðin til sølu ella leigu heldur enn at standa tóm. 

Ein fyrimunur við hesum átøkum er, at prísurin fyri bæði húsaleigu og húsakeypi kann væntast at fella. Jú fleiri tøkir bústaðir, tess lægri verður prísurin, tí eftirspurningurin fer at falla. Hetta síggja vit øll fram til, og serliga hugsi eg um okkara ungu, sum í dag eru í dýrastu neyð, tá tey fyrstu ferð skulu seta búgv. Prísirnir eru so mikið høgir, at sjálvt við tveimum góðum inntøkum, hevur tú trupult at fáa lán. Við fleiri leigubústøðum fáa vit fleiri, sum kunnu búgva til leigu, og trýstið á bústaðarmarknaðinum fellur.

Núverandi lóggáva tarnar Bústøðum

Í verandi lóggávu er eitt krav um, at Bústaðir, sum meginregla, skal samstarva við aðrar íleggjarar, tá Bústaðir byggir bústaðir kring landið. 

Kravið um samstarv ber í sær, at Bústaðir, sum meginregla, skal rokna sær fíggjarligt avkast, svarandi til avkastkravið hjá hinum íleggjarunum. Hetta kravið tarnar Bústøðum í arbeiðinum at útvega bústaðir.

Av tí sama verður húsaleigan fyri bústaðirnar hægri, enn hon hevði verið, um Bústaðir einsamalt fíggjaði og rak bústaðirnar, uttan at rokna sær vinning.

Endamálið við Bústøðum er sambært §1 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn:


1, At virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað

  1. At tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum.
  2. At stuðla upp  undir  veðurlagspolitikk  Føroya  og  at  minka  um  orkutørvin  á  føroyska bústaðamarknaðinum.


Í løtuni er kostnaðurin fyri at seta búgv ógvuliga høgur, samstundis sum húsaleigan er á einum støði, ið ikki øll megna at rinda.

Endamálið við Bústøðum er at tryggja, at øll fáa eitt nøktandi heim í mun til teirra tørv. Men treytin, um at Bústaðir skal byggja saman við øðrum íleggjarum, hækkar leigukostnaðin umframt, at tað er truplari hjá Bústøðum at fara undir nýggjar verkætlanir.

Endamálið í hesum uppskotinum er tí, at loysa Bústaðir frá kravinum um, at allar bústaðarverkætlanir skulu fremjast saman við øðrum íleggjarum.

Bústaðir varðveita tó heimildina til at fíggja verkætlanir saman við øðrum íleggjarum í teimum førum, tað gevur meining.

Vit mugu byggja fleiri heim

Tað er alneyðugt, at vit fáa fleiri leigubústaðir í Føroyum. Við uppskotinum um at geva Bústaðir betri karmar at virka undir við ábyrgd, er fyrsta fetið er tikið, og eg síggi fram til at kommunurnar fáa høvi at byggja búðstaðir til allar málbólkar. 

Tá fara úrslitini av politisku átøkunum at vísa seg í verki. 

Hans Jacob Thomsen
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder