Um átta mánaðir kann nýggi og nógv umtalaði H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum lata upp, um løgtingslógin verður samtykt, og onki óvæntað stingur seg upp.
Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen fyri Løgtinginum, tá Løgtingið hevði aðru viðgerð av lógini, sum heimilar innrætting av kjallaranum í H-byginginum til parkering, goymslu og reingerð umframt goymslutorn til heilivág og skelting og vegleiðingar í øllum bygninginum.
Nú er uppskotið so einmælt samtykt við triðju viðgerð, og landsstýrismaðurin fegnast um, at útlit sostatt eru fyri, at tað skjótt verður komið á mál við stóru útbyggingini. Ein útbygging, sum er eitt stórt framstig fyri alt tað føroyska heilsuverkið, bæði tá tað snýr seg um betraðar hølisumstøður og ikki minst tøkniliga, tá tað um viðgerð og dagligt virksemi annars ræður.
Sambært lógini kann liðugtgerðin av H-bygninginum í mest lagi kosta 67 milliónir krónur. Tað hevur verið politiskur røringur um prísin, sum er øktur munandi, síðan avgerð fyri nú fleiri árum síðan varð tikin um at grava kjallaran undir nýggja bygninginum út og gagnnýta hann til millum annað parkering og goymslu.
Nú seinast kom tað óvart á politisku skipanina, eisini landsstýrismannin, at goymslutornið – ein serlig lyfta, sum gongur upp ígjøgnum allan bygningin – gerst væl dýrari enn fyrst hildið, tí neyðugt er at innrætta tornið soleiðis, at sterilar og ikki sterilar vørur kunnu haldast atskildar.
“Eg eri fegin um, at Løgtingið hevur tikið undir við uppskotinum uttan at krevja til dømis eina bíligari loysn við goymslutorninum, tí nú fáa vit eina sera framkomna skipan, sum livir upp til tann standard, sum væntast av nýbygging innan fyri Sjúkrahúsverkið bæði hjá okkum og eitt nú í Danmark. Tað harmar meg eins nógv og Løgtingið, at serliga innrættingin og eykakostnaðurin skuldi koma óvart á, og tí verður tað eftirkannað, um serliga ráðgevingin í sambandi við henda partin hevur verið nøktandi”.
“Nú fegnist eg tó fyrst og fremst um, at øll henda stóra byggiverkætlanin verður liðug einaferð um ársskiftið, og vit tá í roynd og veru hava eitt spildurnýtt Landssjúkrahús, sum í allar mátar kann javnmetast við øll onnur framkomin sjúkrahús í londunum rundan um okkum, og sum eg eri vísur í fer at verða í fyrsta lagi sjúklingunum, men eisini teimum nógvu starvsfólkunum til gleði. Tað var eisini sera skilagott, at vit gjørdu av at brúka eitt sindur av pengum eyka fyri at fáa nyttu burtur úr teimum nógvu kjallarafermetrunum. Tað haldi eg ikki, at nakar er ósamdur í, tó at kostnaðurin bleiv nakað størri enn upprunaliga hildið”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald