Mentan

Nú eru 6011 harur skrásettar fyri 2024

.

2025-01-29 18:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Haruskjóting:

NÚ GRØNKAST
Vit hava nú rundað tær 6.000 harurnar, og 2024 sær út til at fara at vera eitt miðal ár til haru.
Nú eru 6.011 harur skrásettar at vera skotnar á 751 túrar skrásettir í 312 høgum kring landið.
Men enn mangla nøkur tøl. Eg skráseti fram til 1 februar, so fari eg undir av skriva frágreiðingina um haruveiðuna í 2024.
Á kortinum niðanfyri (Mynd 1) sæst, hvat er skrásett higartil.
Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.
Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.
Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2024.
Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar 
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.
Um tú yvast í hvussu hagin eitur, ber til at fara inn á hesa síðuna:

Á hesum leinkinum er eitt kort yvir allar hagarnar í Føroyum, og hvussu hagarnir eita.
Stabbamyndin (Mynd 2) vísir samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2024, sum er eitt fyribils tal. í miðal hevur veiðan hesi 13 árini verið 6.315 harur um árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder