Vinna

Nótaskip fingið lodnu MSC góðkenda

Felagið Nótaskip hevur fingið fiskiskapin eftir lodnu í íslendskum sjógvi MSC góðkendan.

Mynd: Felagið Nótaskip.

Mynd: Felagið Nótaskip.

2022-01-13 13:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arbeiðið við at fáa hesa góðkenning byrjaði í mars í fjør, og nú fyrst í februar verður endaliga góðkenningarfrágreiðingin løgd á heimasíðuna hjá MSC.

Eftir hetta kann lodna, sum skipini í Felagnum Nótaskip fiskað í íslendskum sjógvi, seljast sum MSC góðkend. Føroyar eiga í hesi vertíðini eina kvotu upp á 30.000 tons. Fiskiskapurin byrjar helst fyrst í februar.

Frammanundan er íslendski lodnufiskiskapurin MSC góðkendur gjøgnum felagsskapin Iceland Sustainable Fisheries. Íslendingar fingu hesa góðkenning í 2017. Góðkenningarnar hava 5 ára gildistíð, og skulu síðan endurnýggjast. 

MSC góðkenningin kann ávirka eftirspurning og prís á teimum makrnaðum, sum gjalda mest fyri fiskin. Føroyska lodnan verður fyri tað mesta seld til Japan, Kina og Russland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder