Fleiri ferðir hevur verið róð fram undir, at norsk skip ikki virða revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi og veita olju – og møguliga eisini aðrar tænastur - til russisk skip á opnum havi. Tað er væl kent, at summi av hesum russisku skipunum bunkraðu í Føroyum, áðrenn føroyski havnastongsulin mótvegis Russlandi varð settur í verk á sumri í ár.
Tí valdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, at reisa málið fyri norsku stjórnini umvegis Norðurlandaráðið. Norska stjórnin hevur nú svarað Sjúrði Skaale.
Í svarinum sigur Espen Barth Eide, uttanríkismálaráðharri, at norsk skip eisini eru fevnd av teimum handilstiltøkum, sum Noreg hevur sett í verk mótvegis Russlandi. Norska stjórnin vil tó ikki siga, um bunkringarnar á opnum havi eru brot á tiltøkini. Og svarið tekur heldur ikki støðu til, í hvønn mun hetta virksemið er hækkað eftir føroyska havnastongsulin mótvegis russiskum skipum.
Spurningarnir og svarið kunnu lesast her: 00206BB3311B231124121129 (norden.org)
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald