Mentan

Norðurlendskur jazzur á hægsta støði í Listasovuni

Leygarkvøldið 4. oktober kl. 20.30 verður jazzkonsert við norðurlendska bólkinum WAKO.Við sjey fløgum og hundraðtals framførslum aftanfyri seg, spælir Wako við autoritet og persónleika, sum setur teir fremst í norðurlendska jazzinum.

2025-10-03 07:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Wako er ein av teimum mest dynamisku og nýskapanarríku bólkunum á nútíðar jazzpallinum og hevur bygt sær ein sterkan fjepparaskara og fingið viðurkenning frá kritikarum bæði nær og fjar.

Sambært Mark Sullivan (All About Jazz – USA) er Wako “eitt norskt jazzkollektiv við einum veruliga kollektivum ljóði”, og seinasta útgávan “Wako” (Øra Fonogram, 2020) varð sett á topplistarnar hjá Jazzwise (UK) bæði í mars og apríl 2020.

Wako hevur tikið sín støðugt vaksandi musikalisitet og skapandi orku við sær kring Evropa og framført bæði sum kvartett, saman við strúkarunum í Oslo Strings og saman við m.a. Arve Henriksen og Tore Brunborg. Tónleikurin verður altíð tillagaður áhoyrarunum, umhvørvi og tilfari, sum merkir, at konsertirnar ikki bert eru framúr, men eisini serstakar upplivingar. Stutt sagt er Wako ein av teimum mest imponerandi ungu livebólkunum í dag.

Limirnir í bólkinum:
• Martin Myhre Olsen – saksofonar
• Kjetil André Mulelid – klaver
• Bárður Reinert Poulsen – kontrabass
• Simon Olderskog Albertsen – trummur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder