Hóast alt ikki gekk so sum føroysku umboðini høvdu ynskt (her hugsi eg um tann sjálvstøðuga limaskapin), so verður í aðrar mátar latið væl at fundinum.
Tó er eitt sum harmar meg viðvíkjandi Norðurlandaráðnum, og tað er tann málsligi spurningurin. Tá eg var limur í ráðnum (frá 2012 til 2015) vóru bæði fundir og alt skrivligt tilfar á “skandinaviskum”. Sviar og álendingar tosaðu og skrivaðu á svenskum, danir og grønlendingar á donskum, norðmenn á norskum, føroyingar og íslendingar á “blandinaviskum” og finnar brúktu tulk. Tó hendi ein broyting tey árini, eg var limur í Norðurlandaráðnum, og tað var, at tey fóru eisini at tulka íslendskt. Teir eldru íslendingarnir kláraðu seg væl á skandinaviskum, men tað gekk verri hjá teymum yngru. Nú skilji eg á lagnum, at ein vaksandi partur av samskiftinum í Norðurlandaráðnum er á enskum.
Hetta er harmiligt, tí er tað nakað, vit í Norðurlondum hava til felags, so er tað mál og mentan. Tá vit ikki longur klára at lesa bøkur og bløð hjá hvørjum øðrum, tá er stórur partur av grundarlagnum undir norðurlendska samstarvinum burtur.
Eg hoyri av og á sjónarmiðið, at okkara skúlar skulu ikki leggja so stóran dent á at læra næmingarnar danskt, tí vit hava meira brúk fyri at duga onnur mál. Kanska hevur politiska kjakið um samband og loysing eina ávirkan á tann spurningin. Men tað snýr seg ikki bara um Føroyar og Danmark. Tað snýr seg um samskifti við allar okkara norðurlendsku brøðratjóðir. Missa vit førleikan at skilja teirra mál, so er grundarlagið undir norðurlendska samleikanum burtur.
Eg kenni lítið til undirvísingina í íslendskum skúlum, men mín uppliving frá árunum, tá eg var limur í Norðurlandaráðnum var, at yngru íslendingarnir høvdu ilt við at samskifta á skandinaviskum.
Eg haldi at tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum ikki gera tann feilin, at vit melda okkum úr “norðurlendsku familjuni” - og annars haldi eg, at Norðurlandaráðið skal gevast við at samskifta á enskum.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald