Politikkur

Norðoya Sjálvstýrisfelag: Aðalfundur og endurstovnan

Tíðindaskriv.

2023-02-09 11:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Á aðalfundinum hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum verður týskvøldið 21. februar, verður farið undir at samla inn undirskriftir til endurstovnan av flokkinum. Á fundinum fer Sámal Petur í Grund at siga frá søguni hjá Sjálvstýri.



Aðalfundur Norðoya Sjálvstýrisfelags verður í gomlu Cafe Fríðu í Nólsoyar Pálsgøtu 7 í Klaskvík, týskvøldið, 21. februar klokkan 20:00. Skrá sambært lógum felagsins.


Á fundinum fáa fólk eisini møguleika at vera við til at endurstovna flokkin, soleiðis at Sjálvstýri kann stilla uppaftur til komandi løgtingsval.


Kaffi, te og okkurt gott afturvið verður sjálvsagt eisini at fáa.



Vegna Norðoya Sjálvstýrisfelag


Sámal Petur í Grund

Floksformaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder