2025-05-08 11:16

HSF:
NORDIC OPEN – Framtíðarstjørnur kappast í Føroyum
Vikuskiftið 6. – 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-dreingir í Føroyum. Talan er um nýggja kapping, í ár fyri aldursbólk 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri.
Ætlanin er, at talan skal verða um eina afturvendandi kapping, sum annaðhvørt ár verður fyri U16-gentur og U17-dreingir. Talan verður um hondbóltstjóðir av ovastu rók, sum vitja í ár – Týskland, Sveis og Ísland. Leikt verður í Runavík fríggjadag, og leygar- og sunnudag Við Tjarnir.
Dystarskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík
Kl. 18.00 Sveis – Týskland
Kl. 20.00 Føroyar – Ísland
Leygardagin 7. juni Við Tjarnir
kl. 16.00 Sveis – Ísland
kl. 18.00 Føroyar – Týskland
Sunnudagin 8. juni Við Tjarnir
kl. 10.00 Týskland – Ísland
kl. 16.00 Føroyar – Sveis
Kunning viðvikjandi atgongumerkjasølu kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald