Vinna

Norðborg hevur fiskað sild í altjóða sjógvi norðanfyri

Norðborg hevur havt góðan fiskiskap eftir sild norðanfyri, teir sigla heim fullfermdir.

Mynd: Hans Klakkstein.

Mynd: Hans Klakkstein.

2025-06-03 22:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Norðborg, sum fór til fiskiskap fyrri tveimum vikum síðan, kemur á Fuglafjørð í morgin at bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan við stýrimannin Jóhan Isaksen, han segði at teir vóru einsamallir har norðuri, fiskiskapurin hevði verið góður, teir høvdu fiskað í 10 dagar og høvdu 1.380 tons av frystum - mest sildafløk (1.000 tons) og 380 tons av skráskornari og heilfrystari sild, harafturat høvdu teir 230 tons av mjøli og góð 100 tons av lýsi.

Norðborg skal landa í Ánunum hósmorgunin.

Skipari er Hans Klakkstein.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder