Mentan

Nøkur orð til minnis um vinfólk míni, hjúnini Alf og Jóhonnu Sørensen í Miðvági

.

2025-01-19 14:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Alf var føddur í Keypmannahavn 20/06-1951. Hann var sonur Kirstin og Karl Johan Sørensen. Kirstin var ætta úr Miðvági og pápasystur mín. Hon fór niður at arbeiða aftaná Kríggið og møtti har Karl Johan, sum var dani. Tey búsettust í Keypmannahavn, har tey fingu 4 børn: Ole 1947, Alf 1951, Betzy 1954 og Åse 1955.

Tey vóru og ferðaðust í Miðvági nærum á hvørjum sumri í barnaárum mínum. Tað var tá, eg kom at kenna Alf.

Hann var nøkur ár eldri enn eg, meg minnist hann at vera eitt sindur buldrasligur í mun til aðrar dreingir, eg spældi við. Møguliga var umhvørvið í stórbýnum, haðan hann kom, meira harligt enn í Miðvági.

Alf dámdi sera væl at hava pisur. Hetta var vanligt hjá dreingjum tá í tíðini. Hann hevði gott hegni til hetta eisini. Hann fekk flestu pisur at liva. Tað vóru tað ikki allir, sum gjørdu. Serliga minnist meg, at tað var trupult at fáa ternupisu at liva, men tað stóð ikki á hjá Alf.

Tá tú hevði pisur, mátti tú sjálvur føða tær. Eingin annar gjørdi tað fyri teg og so slett ikki tey vaksnu. Tí máttu teir, sum høvdu pisur, fiska nærum hvønn dag, tí pisurnar skuldu hava ný fiskaðar murtar fleiri ferðir um dagin, hvønn dag, eisini sunnudag.

Tað var kanska hetta, sum vakti veiðimannin í Alf. Hann hevði ein brennandi hug at fiska síl allar sínar dagar.

Alf var føddur sum dani, men kendi seg sum føroying. Tá hann var liðugur við skúlan, flutti hann til mostur sína Betzy og mann hennara Hansias at búgva í nøkur ár.

Hann flutti niðuraftur og nam sær útbúgving á flogvøllinum í Kastrup.

Tá hann skuldi gera herskyldu, valdi hann og slapp, at gera hetta á støðini í Mjørkadali.

Liðugur við hertænastuna bleiv hann verandi í Føroyum. Hann hevði útbúgving innan flogvinnu og søkti fleiri ferðir starv á flogvøllinum í Vágum, men fekk ikki starv har. Sjálvur segði hann, at tað var tí, hann ikki búði í Sørvági. Soleiðis var tað tá.

Hann flutti tískil til Havnar og fór at arbeiða í heilsølu.

Hann flutti vestur aftur nøkur ár seinni og búi hjá Betzy.

Tá fekk hann starv á flakavirkinum, har hann var í nógv ár. Mestu tíðina koyrdi hann trukk.

Tað var, tá hann flutti vestur aftur, at hann møtti Jóhonnu. Sjálvur segði hann, at hann fall fyri vakra andliti hennara.

Nakað seinni flutti hann inn til verforeldur síni at búgva. Har búðu tey bæði Jóhanna so, inntil tey keyptu húsini við Tunnuvegin.

Tá onkur spurdi Alf, hví hann hevði keypt hasi gomlu húsini, svaraði hann, hittinorðaður sum hann var: “Et hus er et hus.” Tað var ikki niðurafturlagt.

Enn livir hetta orðatakið millum manna í Miðvági: “Et hus er et hus, segði Alf.”

Í 1989 byrjaði hann at arbeiða í elektronikk búðini hjá Nasim Kjaliqhey. Tá so Nasim var fyri eini arbeiðsvanlukku í 1993, keypti hann elektronikk búðina og hevði hana til hann so brádliga doyði tann 09/06-2002.

Stóra frítíðarítrivið hjá Alf var sílaveiða. Hann byrjaði longu sum heilt ungur at fiska síl, sum so mangir aðrir miðvingar tá í tíðini. Nógv av unglingaárunum fiskaði hann saman við Asbjørn Niclasen.

Alf fiskaði fyri tað mesta á Fjallavatni. Har dámdi honum best burtur frá øllum óljóði frá bilum og øðrum. Hann helt nógv til í gamla Fjallhúsinum, sum einki hevði verið nýtt í nógv harrans ár og var í ringum standi. Hann hampaði eisini eitt sindur um tað, so tað var hugnaligari at vera í. Hann helt so nógv til har, at summi fóru at kalla húsið fyri: “Húsið hjá Alf”. Seinni tók so hagin húsið í nýtslu aftur og gjørdi ábøtur á tað.

Asbjørn fortaldi, at einaferð, teir fóru norð á Fjallavatn at fiska, stóð ein flokkur av ungneytum fyri teimum í Grundalsoyrini. Har vóru tarvar uppií. Teir vóru ungir og bragdligir og róku neytini inn í Heimanhúsrætt. Neytini gjørdu ikki vandari enn lupu á rættargarðin, sum var laðaður upp, og hildu í hagan. Har mundu nokk nakrir steinar falla av garðinum av øllum neytunum. Teir báðir Alf høvdu ikki varnast, at heima við Krossgil komu báðir hagamenninir á Heimanhús Hans á Norði og Hentzar Hansen gangandi, teir skuldu eisini fiska síl. Hesir høvdu sæð alla tilgongdina.

Sum Alf og Asbjørn ganga norð móti Fjallhúsinum varnast teir, at har kemur ein maður við spentar ál aftaná teimum. Teir kenna at tað er Hentzar, hann er í øðini og spyr, hvørjir teir eru. Asbjørn greiðir frá at hann er sonur Dánial Jóhan og Alf er sonur Kirstin. Tá blívur Hentzar so fyndarblíður. Hann hevði hildið teir verið “turistar”: “Men eitt skal et siga tykkum, at høvdu tit verið eingilsmenn, so hevði eg ripað til tykkum”. So turistar vóru kanska ikki so væl sæddir tá í tíðini. Tað var heldur ikki so langt aftaná Kríggið, tá føroyingar og eingilsmenn klandraðust um kvinnurnar.

Alf var ein klókur maður og sera skemtingarsamur. Hann var eisini sera sjálvironiskur. Einaferð fóru vit á Hvilvtkinnavatn at fiska síl. Haldi Heini bróður var við tann túrin eisini. Alf hevði júst keypt sær nýtt telt, sum hann hevði tikið við at liggja í. Hann hevði tað á bakinum og tók fleiri ferðir til, hvussu lætt tað var. Bað meg lyfta – jú, lætt var tað. Tá hann roynir at seta teltið upp, hoyri eg fyrst at hann skeldar óført og so fer hann at flenna. Nú hevur hann bert tikið stengurnar og yvirslagið við, meðan teltið sjálvt er gloymt eftir við hús. Hann helt fyri, at ikki var tað løgið, at teltið kendist lætt at bera, tá helvtin lá eftir.

Tá vit møttust eftir henda dag, plagdi hann at minna meg á hesa hending og sló hana upp í glens.

Alf var ungur, tá hann var raktur av blóðkrabba. Hann livdi leingi við sjúkuni, men hon var strævin at liva við. Tað skuldi sera lítið til, inntil hann fór at bløða og tað var leingi til tað stadnaði aftur.

Havi seinni frætt, at nógvir aðrir, sum høvdu arbeitt á radarstøðum, sum teirri á Sornfelli, eisini vóru raktir av líknandi sjúku.

Einaferð, ikki langt áðrenn Alf doyði, kemur hann inn á arbeiðspláss mítt og biður farvæl. Eg spyrji, hvat hann meinar við. Jú, hann hevði avgjørt at fara til tey, hann kendi best at siga farvæl, um okkurt skuldi hent honum. Hann hevði frætt um eina nýggja viðgerð, sum hevði hjálpt summum, uml. 50%, sum høvdu somu sjúku sum hann. Nú ætlaði hann at royna hesa viðgerð. Eg spurdi, um tað ikki var klókari at lata tíðina ganga nakað, so viðgerðin kundi vera betur testað. Hann svaraði: “Georg, tú veitst ikki, hvussu strævið, tað er at ganga við hesi sjúkuni. Nú ætli eg mær at royna hesa viðgerðina og møguliga verið eg frískur. Avgerðin var tikin.” Tann fyrsta viðgerðin gekk væl, men komin heim til familjuna í Keypmannahavn aftaná aðru viðgerðina fekk hann eina bløðing og andaðist bert 50 ára gamal.

Jóhanna var fødd tann 19/08-1956. Hon var dóttir Lilly og Joen Paula Johannesen í Húsi. Hóast Jóhanna bert var eitt ár yngri enn eg, kendust vit ikki so væl í barnaárunum. Vit búðu hvør í sínum býlingi. Tá so hon og Alf komu saman, fóru vit at kennast nógv betur. Tá eg, eftir at hava búð nøkur ár í Havn, flutti vesturaftur í 1984, var eg næstan dagligur gestur í hjá teimum báðum við Tunnuvegin.

Jóhanna arbeiddi sum reingerðarfólk á Skúlanum á Giljanesi. Hon var sera húslig og tók sær væl av børnunum Ernst f. í 1975 og Betsy f. í 1979.

Jóhanna var eitt seta blítt og vinsælt menniskja. Hon var blíð og smílandi við øll og gjørdi ikki mannamun, tí var tað so hugnaligt at møta henni, hon tók sær altíð stundir til eitt vinaligt prát.

Jóhanna dugdi væl at baka, serliga eru tað tey góðu breyðini, eg minnist. Tey smakkaðu framúr væl. Mangan havi eg sitið væl við Tunnuvegin og etið heimabaka breyð.

Jóhanna var fyri teirri vanlagnu at vera rakt av eini heilabløðing sum bert 29 ára gomul.

Tað var ein álvarsom støða at koma í á so ungum aldri. Hetta var ein sera stórur smeitur bæði fyri hana og familjuna. Jóhanna var tó sterk og kom væl fyri seg aftur. Tó var talusentrið rakt, so hon fekk ikki so væl samskift við fólk eftir hetta. Serliga vóru ta fólk, sum hon ikki tosaði ofta við, sum ikki skiltu hana so væl. Hon lat seg tó ikki nerva av hesum og var akkurát líka blíð og fyrikomandi sum áður.

At Alf skuldi doyggja bert 50 ára gamal, var ein stórur smeitur fyri hana. Hon gavst tó ikki á hondum, men helt áfram við at stríðast. Hon gekk regluliga til venjingar og fírdi ikki fyri at fara til Havnar bæði í veðri og óveðri.

Minnist at eg sá hana stutt áðrenn hon gjørdist sjúk seinastu ferð. Hetta var tíðliga um vári í stórkava. Eg var við bili á veg til arbeiðis í myrkrinum. Kavin var grivin av vegnum upp á gongubreytina. Eg sá onkran stríðast við at koma uppá kavarúgvuna á gongubreytini undan nógvu bilunum og detta. Tað var Jóhanna, sum var skjót uppaftur og stríddi seg heim til busskýlið. Hon skuldi til Havnar til venjingar. Hvørki myrkur, kavi ella óveður hildu henni aftur. Hon skuldi til venjingar og tað var tað.

Nakað seinni komu so ófrættaboðini. Jóhanna hevði fingið eina nýggja heilabløðing og var endað á sjúkrahúsinum. Hesaferð stóð verri til enn tað fyrru. Hon hevði nógva pínu og var sera veik. Børnini sótu hjá henni tað mestu tíðina. Hon var tó við fult vit og heilsaði blíð, tá vit vóru og vitjaðu. Henni so líkt, hevði hon ikki givið upp, men stríddist fyri at koma fyri seg aftur. Her beyðst tó ikki bøtur. Hóast eitt inniligt ynski um at liva, slóknaði hon tann 26/05-2015 bert 57 ára gomul.

Eftir sótu børnini við sorgini, tey høvdu nú mist bæði foreldur síni á so ungum árum, ein hørð lagna. Tey eru tó av sama bergi brotin, sum foreldur teirra, og lata seg ikki kúga av lagnuni, men halda fram við lívi teirra.

Friður verið við minninum um Alf og Jóhonnu.

Georg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder