2025-03-01 10:28

Teir seinastu dagarnar hevur Finnur Fríði landað smá 3.000 tons til Havsbrún, teir loystu av Fuglafirði í morgun, teir eru nú áveg til svartkjaftafeltið vestur úr Írlandi.
Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð í nátt við 3.500 tonsum, teir landa nú.
Gøtunes kemur á Fuglafjørð seinnapartin í dag við 3.400 tonsum, teir skulu landa aftaná Christian í Grótinum.
Finnur Fríði, Christian í Grótinum og Gøtunes hava tilsamans umleið 10.000 tons av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald