Tað er sera nógvur kópur á Sumbiarhólmi. Helst tí at har er friðaligt og passar tað til ættina, so er eisini rættuliga slætt.
Niels Jacob Eystberg var við dronu og tók video og myndir av kópi. Tað eru fleiri áhugaverdar myndir.
Sumbingar plaga at hava fimm veðrar gangandi í hólmanum á sumri. Teir vita at siga, at kópurin oyðileggur bøin og tí er minni at eta hjá veðrunum. Tað sæst sera væl á onkrari mynd, at har kóparnir liggja er mest runa og minst gras.
Kópurin sær út til at verða væl fyri. Kópar viga í miðal 80 kilo og eta 4% av egnari vekt dagliga. Tað er á leið 3,2 kilo av fiski. Onkur metti kópastovnin at verða 1.000 kópar. Men tá so nógvir eru samlaðir á einum stað, er ikki óhugsandi, at tað er lágt mett.
Sumbiarhólmur er uml. 900 metrar langur og minst 50.000 fermetrar. Hann liggur 500-900 metrar úr landi alt eftir hvar vit máta.
Teksur r7.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald