Ítróttur

Niels Juel vann fyrsta HM-heiðursmerki í vektlyfting fyri Føroyar

Í HM-kappingini í olympiskari vektlyfting fyri masters í Las Vegas í Nevada, USA fyrr í hesum mánaðinum vann Niels Juel Arge bronsuheiðursmerki fyri Føroyar. Í mai mánaða vann hann eisini fyrsta EM-heiðursmerki fyri Føroyar í masters kapping í Durres í Albania, eisini úr bronsu.

2025-09-26 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tey bæði bestu lyftimi hjá Niels Juel í Las Vegas vóru 81 kg í trekk (snatch) og 115 kg í stoyt (clean & jerk) ella íalt 196 kg, sum rakk til triðja pláss. Umframt bronsuheiðursmerki fyri triðja pláss íalt vann Niels Juel eisini bronsuheiðursmerki fyri triðja pláss í stoyt.

Føroyar fingu fullan limaskap í Internatiomal Masters Weightlifting Association (IMWA) fyrr í ár. Komandi ár verður EM í Belgia og HM í Grikkalandi. Áðrenn altjóða viðurkenningina kappaðist Niels Juel fyri danir og vann tá eina HM-bronsu og tvey EM-silvur.

Pól Hendrikur Andreasen frá felagnum Stoyt gjørdi skránna til venjingina, sum fer fram í Burn í Havn og Orka Fitness á Tvøroyri. Sára Svartá var hjálpari til kappingina. Stuðlar til HM- og EM-kappingarnar vóru Luna, Málarameistarin Finnur Svartá Sørensen og Forlagið Tjarnardeild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder