Politikkur

Neyðugt at raðfesta íløgurnar í almenna geiranum

Talið av eldri fólki veksur munandi komandi 20 árini, og tað setur stórt trýst á útreiðslurnar til almannamál. Íløgur í almannaøkið hjá tí almenna eru tó truplar at fáa eyga á, samanborið við íløgur í undirstøðukervið.

2023-03-24 14:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsbankin skrivar:

Alneyðugt er longu nú at raðfesta ímillum almennu íløgurnar, tí vaksandi talið av eldri fólki er ein avbjóðing fyri fíggjarpolitiska haldførið. Í tíðarskeiðinum 2020 – 2030, tað vil siga uppá 10 ár, veksur talið av eldri fólki omanfyri 80 ár við 50%. Uppá 20 ár; frá 2020 til 2040, veksur talið av eldri fólki omanfyri 80 ár við nærum 100% (tað vil siga tvífaldast). Somuleiðis tvífaldast talið av 90+ ára gomlum í tíðarskeiðinum 2020 – 2040. Trýstið á útreiðslur til almannamál komandi árini er tí sera stórt.

Í mynd 1 vinstrumegin eru almennar útreiðslur til nýtslu (rakstur) av heilsu- undirvísing- og almannamálum býtt á aldursbólkar. Tølini í myndini fevna ikki um almennar útreiðslur til flytingar sum fólkapensjón ella útbúgvingarstuðul (so hesar útreiðslur koma afturat nýtsluni). Myndin vísir, at tað í ungu árunum serliga eru útreiðslur til skúla og barnaansing, sum gera seg galdandi, meðan útreiðslur til heilsuverk og serliga eldrarøkt, veksa í árunum eftir pensjónsaldur. Í myndini sæst, at almennu útreiðslurnar fyri hvønn persón veksa, tá aldurin fer upp um 80 ár og uppaftur meira, tá ið fólk røkka 90 ára aldur og uppeftir. So hvørt sum talið av eldri fólki økist komandi árini, fara almennu útreiðslurnar til vælferðartænastur sum heilsuverk, pensjónur og eldrarøkt, at veksa munandi, so samlaðu almennu útreiðslurnar fara at veksa munandi skjótari enn inntøkurnar.    

Mynd 2 vísir íløguútreiðslurnar hjá landsfyrisitingini frá 1998 til 2021 býtt á útvaldar íløgupostar. Reyða økið í myndini vísur íløgur í almanna økið, sum ikki fyllir serliga nógv, meðan bláa økið vísir íløgur í undirstøðukervið.

Alneyðugt er longu nú at raðfesta ímillum almennu íløgurnar, tí vaksandi talið av eldri fólki er ein avbjóðing fyri fíggjarpolitiska haldførið. Tað hevði verið skynsamt, um politiska skipanin framdi eina ítøkiliga íløguætlan hjá øllum almenna geiranum undir einum. Hetta merkir samstundis, at politiska skipanin má raðfesta  millum allar almennu íløgurnar, ið liggja fyri framman.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder