2023-12-01 10:15
Vit fóru í gongd í mars 2021 at hjálpa fólki millum 15 og 35 ár við sálarligum avbjóðingum. Hetta var aftaná umfatandi viðgerð, bæði politiskt og fakliga.
Skipanin er nú eftirmett og niðurstøðan er, at talan er um eitt væleydnað nýbrot í føroyska heilsuverkinum innan sálarheilsu.
Skipanin hevur rakt ein veruligan tørv, og heilt nógvir persónar hava fingið viðgerð, og úrtøkan er sera góð.
Nú er ætlanin politiskt at skerja hesa skipan munandi, og tað er ikki rætt at gera.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald