Politikkur

Nei til Putin – Samhugi við Ukraine

Vit kunnu ikki sum fólk tigandi hyggja at, meðan vanliga fólkið í einum landi verður atsøkt og dripið. Sjálvstýrið heitir tí á løgmann og politiska myndugleikan um umgangandi at seta tiltøk í verk, sum klárt vísa, at vit sum fólk standa saman við ukrainska fólkinum.

2022-03-13 17:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjálvstýrið meinar, at vit sum fólk eiga at standa saman við teimum menniskjum, sum í hesi løtu líða ein ræðuligan ágang. Eitt samanhald, ið er størri enn óttin fyri at missa inntøkur.

Sum fólk hava vit skyldu at gera tað, sum vit kunnu, fyri at steðga tí fólkadrápi, sum í løtuin fer fram í Ukraine. Sum land er tað ábyrgdarleyst bara at taka búskaparlig atlit og ikki vísa samábyrgd við teimum londum, sum hava sett revsitiltøk í verk ímóti Ruslandi.

Føroyar og Føroya fólk hava eisini ábyrgd fyri at verja ukrainska fólkið ímóti oyðileggjandi atsóknunum hjá Putin.

Sjálvstýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder