2024-05-16 14:00
Nei til hægri tingfólkaløn
Ein samd tingmanning hjá Javnaðarflokkinum tók IKKI undir við at hækka tingfólkalønirnar 6.700 kr., men tók undir við at BROYTA lukrativu pensjónina hjá tingfólki, so tey framyvir fáa 15 prosent í pensjón, eins og onnur á arbeiðsmarknaðinum.
Undir viðgerðini hevði nevndin býtt seg í tveir partar, har Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vildu varðveita verandi løn, men broyta gyltu pensjónirnar. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Framsókn vildu hinvegin hækka tingfólkalønirnar við 6.700 kr. men avtaka skattafría ískoytið á 2.000 kr. og broyta pensjónirnar.
Tá ið avtornaði atkvøddu tvey umboð fyri Framsókn tó saman við samgonguflokkunum, tá ið málið varð avgreitt í tinginum mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald