Lýsing

Námsfrøðingar til Sóljugarð

Vit í Sóljugarði søkja eftir námsfrøðingum til at arbeiða í okkara barnagarðsstovum og vøggustovum. Starvsbyrjan er 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30-40 tímar um vikuna.

2024-12-10 20:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Starvsøkið:
Sóljugarður er ein stovnur við uml. 80 børnum, mitt í Sandavági. Vit hava:

  • 3 vøggustovur við 10 børnum í hvørjari

  • 3 barnagarðsstovur við 10-15 børnum

  • Eina stovu til tey 6 ára gomlu børnini

Í Sóljugarði starvast um 30 dugnalig og íðin starvsfólk. Staðsetingin er tætt við sandin, ánna, fótbóltsvøllin, viðarlundina og aðrar perlur í Sandavági.

Sóljugarður er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði.

 

Arbeiðsuppgávur:
Sum námsfrøðingur í Sóljugarði fert tú, saman við tínum starvsfelagum, at syrgja fyri, at námsfrøðiligu karmarnir eru góðir. Endamálið er at geva børnunum ein innihaldsríkan gerandisdag, har spæl, nærvera, útilív og trivnaður eru í hásæti.

 

Tú sleppur at leggja gerandisdagin til rættis við at fyrireika og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið, sum tú samskipar saman við námsfrøðingum, hjálparfólkum og leiðaranum. Harumframt verður tú við til at menna, endurskoða og seta tín dám á virksemið í Sóljugarði.

 

Vit arbeiða saman við fokus á hjálpsemi, undran og gleði í gerandisdegnum.

 

Vit leggja dent á:

  • Námsfrøði og dygd

  • Virðismeting av spælinum sum týdningarmesta partinum av barnsins menning

  • Relatiónsarbeiði

  • Gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar

  • At tey vaksnu eru kveikjandi og aktiv saman við børnunum

 

Vit vænta, at tú:

  • Hevur hug og hegni at skapa ein fjølbroyttan og mennandi gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum

  • Dugir at samstarva og at taka ábyrgd, so námsfrøðiligu uppgávurnar verða loystar í felag

  • Ert fyrikomandi og hevur evni at samskifta virðiliga við foreldur, starvsfelagar og onnur

 

Løn og setanartreytir:
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

  • Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24

  • Hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8


Søk starvið við at trýsta HER 

Umsóknarfreistin er hósdagin 2. januar 2025.

 

Nærri kunning um starvið og stovnin fæst við at ringja til Janu Egholm, leiðara, á tlf. 794456, ella senda teldupost til [email protected].


Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder