Lýsing

Námsfrøðingar til serstovuna í Miðgarði

Miðgarður liggur mitt í Miðvági, tætt við fjall, fjøru, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er ein natúrligur partur av dagligdegnum. Í Miðgarði ganga 108 børn. Her eru 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, ein stova til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

2025-03-04 06:30 Author image
-
placeholder

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, sum gevur møguleika at veita ta bestu tænastuna til familjurnar.

Starvið

Vága kommuna søkir eftir tveimum námsfrøðingum til serstovuna í Miðgarði, at byrja 14. apríl ella eftir nærri avtalu.

Norðurstova er serstovan í Miðgarði og fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Í Norðurstovu starvast í løtuni ein námsfrøðingur, ein námsfrøði lesandi og tvey hjálparfólk. Børnini í Norðurstovu eru eisini partur av sínum barnagarðsstovum, og vit samstarva tætt við stovurnar.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at hvørt barnið hevur eina virkisætlan, sum lýsir námsfrøðiliga tilgongdina. Vit tillaga skipanina soleiðis, at hon rúmar øllum børnum heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni. Vit hava regluligar rammufundir og samstarva tætt við stovurnar, har børnini ganga. Arbeitt verður m.a. við Low Arousal, Boardmaker, Teknmál til talu og inklusión.

Les meira um starvið her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder