Lýsing

Námsfrøðingar til Alvalon

Vit leita eftir námsfrøðingum, sum vilja arbeiða fakliga, nærverandi og saman við øðrum – í einum gerandisdegi, har vit leggja dent á relatiónir, ein róligan, skipaðan gerandisdag og góðar karmar.

2026-04-23 23:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit søkja námsfrøðingar til barnagarðsstovur og elstabólk.

Starvssetan:

• 30–40 tímar um vikuna

• 10 august 2026 ella eftir nærri avtalu

Námsfrøðilesandi, sum fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Um Alvalon

Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Náttúran er ein natúrligur partur av okkara arbeiði, og vit eru ofta á túri í nærumhvørvinum.

Stovnurin er víðkaður seinasta árið, og vit hava í dag góðar karmar, bæði í nýggjum og eldri hølum, sum vit arbeiða miðvíst við at fáa gagn av í gerandisdegnum.

Á stovninum eru:

• 3 vøggustovur

• 3 barnagarðsstovur

• 1 elstabólkur

Vit eru eitt starvsfólkatoymi við bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum, og vit arbeiða miðvíst við at styrkja fakligheit, samstarv og felags praksis.

Námsfrøðiliga arbeiðið

Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg og sum ein týdningarmiklan part av felagsskapinum. Tryggleiki er ein fortreyt fyri trivnaði og menning, og tí arbeiða vit tilvitað við relatiónum og tilknýti í gerandisdegnum.

Vit leggja dent á, at:

• børnini hava eina rødd og kunnu ávirka sín dag

• arbeiða skipað, m.a. við smærri bólkum

• nærvera og relatiónir eru ein týðandi partur av arbeiðinum

• brúka bæði inni- og útirúm sum ein natúrligan part av spæli, læring og upplivingum

Eitt gott og álítandi foreldrasamstarv er ein sjálvsagdur partur av okkara arbeiði, tí síggja vit foreldrini sum týdningarmiklar samstarvspartar kring barnið.

Vit arbeiða eisini við fakligari menning og eru partur av verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, sum fevnir um alt barna- og ungdómsøkið í Vágum.

Vit kunnu bjóða tær

• Eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og fjølbroyttum møguleikum

• Eitt toymi við bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum

• Eitt arbeiðslag, har fakligheit og samstarv verða raðfest

• Luttøku í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan

• Námsfrøðiligar fundir og fakliga refleksjón

• Tíð til fyrireiking og eftirmeting

Vit vænta av tær

• At tú arbeiðir fakliga grundað og tekur ábyrgd

• At tú hevur góð samstarvsevni

• At tú megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi

• At tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar relatiónir

• At tú sært møguleikar í øllum børnum

Setanarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Sambært galdandi reglum verður barnaváttan fingin til vega, áðrenn setan.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf. 233240.

Umsókn

Umsóknir, saman við prógvi og lívsrensli, skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi hósdagin 7. maj 2026.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder