Politikkur

Nær kemur Veðurstovan vestur

-

2022-01-12 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nógv gleðast saman við mær um, at vit endiliga hava kjølfest eina føroyska veðurstovu í Føroyum. Ætlanin var at staðseta hana endaliga á flogvøllinum í Vágum, segði Jacob Vestergaard. 

Men nú er ein nýggjur landsstýrismaður, og tí havi eg spurt hann, um ætlanin enn er at staðseta Veðurstovu Føroya á flogvøllinum. 

Tað er týdningarmikið, at vit skapa arbeiðspláss kring landið. Í hesum førinum hava veðurkort verið gjørd á flogvøllinum í Vágum í samráð við DMI í áratíggju, og veðurfrøðingar hava arbeitt á flogvøllinum við nýggjastu staðbundnu veðurforsøgnunum hesa tíðina. 

Tí er upplagt at flyta veðurstovuna vestur á flogvøllin, og eg vóni, at landsstýrismaðurin hevur somu áskoðan.  

Spurningurin kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9895

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder