Fyrsta stig er at seta eitt talsfólk á brekøkinum.
Vit hava m.a. lógina um almannatrygd og tænastur, ið tekur støði í prinsippunum í breksáttmálanum um sjálvsavgerðarrættin.
Henda lógin er farin at virka, og tí er tað eisini tiltrongt at fáa sett talsfólkið. Talsfólkið kann vísa á manglar og rættindi hjá fólkum, ið bera brek, og harvið gera vart við, hvørjar tænastur mangla.
Samgonguskjalið hjá hesari samgonguni hevur ásetingar um hetta, men ivi hevur verið um, hvar uppgávan liggur og hjá hvørjum landsstýrisfólki. Í fjør var uppgávan staðsett hjá landsstýrisfólkinum í almannamálum.
Tað hevur stóran týdning, at talsfólkið er óheft av útinnandi myndugleikanum.
Tí havi eg sett fyrispurning til landsstýrismannin, um hann arbeiðir við at seta eitt talsfólk á brekpolitiska økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald