Politikkur

Nær hevur danskur uttanríkispolitikkur verið ein fyrimunur fyri Føroyar

So verða vit aftur undirdíkt við vitleysum uppáhaldum frá donskum og føroyskum politikarum, skrivar Høgni Hoydal.

2022-02-02 12:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Høgni Hoydal

So verða vit aftur undirdíkt við vitleysum uppáhaldum frá donskum og føroyskum politikarum. Nú hevur danska stjórnin kunngjørt, at Danmark skal í víggj og kríggj úti í heimi at fremja “danske værdier i verden” og berjast fyri “danske interesser” – við bæði handilspolitikki og hermegi .

Og so fáa danskir politikarar – uttan ein kritiskan spurning – fría mikrofon í Kringvarpinum at trútta niður í okkum, at hetta eru eisini áhugamálini hjá Føroyum og tí sonevnda “ríkisfelagsskapinum”. At “vit hava felags uttanríkis- og trygdarpolitikk”. Og teir skulu fegnir senda fleiri vápn í Norðuratlantshav, tí tað er jú “fyri at verja okkum”?

Nei, álvara? Nær hava uttanríkis- og verjupolitisku avgerðir Danmarkar verið ein fyrimunur og ein “felags politikkur” fyri Føroyar?

  • Tá ið Danmark uttan at spyrja Føroya fólk, gjørdi okkum til bumbumál undir øllum Kalda Krígnum – og fjaldi fyri føroyingum, at hermenn úr øðrum londum vóru á Sornfelli?
  • Tá ið Danmark í meira enn 30 ár noktaði at flyta føroyska fiskimarkið út, tí tey loyvdu bretskum trolarum at tøma grunnarnar í Føroyum afturfyri at danskur landbúnaður slapp at selja flesk og smør tollfrítt til Bretlands?
  • Tá ið Danmark fór inn í ES og mundi drigið okkum við (og bert tí vit høvdu eina tjóðskaparrørslu og virknar útróðrar- og fiskimenn, vóru føroyskir politikarar trýstir at broyta meining)?
  • Tá ið Danmark sum formansland í ES boykottaði allan føroyskan fiskaútflutning í 2013?
  • Tá ið Danmark royndi at trýsta og hótta Føroyar, tí vit fluttu fisk út til Russlands (ja, annars vóru vit farin á heysin sum samfelag)?
  • Tá ið Danmark fór í kríggj í Afganistan og í Irak – uttan at spyrja føroyingar?
  • Tá ið vit royna at fáa fríhandilsavtalur við Kina, Japan, Suðurkorea, USA og lond í Suðuramerika ?
  • Tá ið vit royna at fáa limaskap í Norðurlandaráðnum, Heimshandilsfelagsskapinum WTO, Arktiska Ráðnum, altjóða hvalaveiðifelagsskapinum IWC, fremstu fiskiveiðifelagsskapum sum NEACF og NAFO?

Hví spæla føroyskir politikarar við í sjónleikinum?

Danmark røkir einsæris síni áhugamál, fær stórar fyrimunir og roynir at styrkja sítt vald yvir Føroyum og Grønlandi. Okkara mál og áhugamál á altjóða pallinum verða skúgvað til viks hvørja einastu ferð – vísandi til tann sonevnda “ríkisfelagsskapin” (sum er eitt uppfunnið spunaorð fyri at halda fast um tað danska eindarríkið og valdið í Keypmannahavn).

Tað er onki løgið í, at Danmark fer soleiðis fram. Soleiðis hevur heimurin verið stýrdur av stórvalda-, hjálanda, peninga- og hernaðarligum valdsáhugamálum og av krígsídnaðinum í øldir – tíverri!

Tað einasta løgna í hesum er, at vit standa og hyggja at sum statistar, og at føroyskir politikarar spæla glaðbeintir við í sjónleikinum. Heldur enn at spyrja: Hví?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder